Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Støddfrøði

Góða eydnu við royndini

Handilsrokning:

Minnist til at kanna eftir útrokningina áðrenn tit lata inn.

 

Valuta:

Minnist til , at vit ongantíð runda kursin fyrr enn við eru liðug at rokna út.

Kannið í gulu bók, hvussu tykkara roknistykki skal venda, tvs hvørjum tit skulu falda og býta við, um tit ikki eru heilt sikkur.

 

Sinus og cosinus:

Brúkið endiliga gulu bók her eisini.

Minnist til at hava fýra desimalir at rokna við.

 

 

Geometri:

Tekningar við blýanti, og øll mát og heiti skulu standa á.

Brúkið altíð passara at neyvtekna, tá ið tað er aktuelt.

 

Ferð, tíð og strekki:

Brúkið gulu bók, um tit ivast, um tit hava vent roknistykkinum rætt.

Hugsið eisini, um talið er rímiligt. T.d. kann ein maður ikki renna 30 km/t, og tað er ikki við 5 km/t at ein bilur koyrir til Runavíkar.

m/s falda vit við 3,6 fyri at fáa talið í km/t

 

Umstytta framsøgn:

Minnist til, at klombur móti klombri, og einki tekn ímillum merkir, at tit skulu falda allar liðir í fyrra klombrinum við llum liðum í tí seinra  

 

Annað:

Um talan er um 485 sitipláss, so mugu vit runda, tí tað gevur ikki meining at siga 485,03 sitipláss

Minnist til altíð at gera tvær strikur undir úrslitið, so at bert eitt úrslit í hvørjum stykki skal hava tvær strikur undir.

Um tit skulu ritloysa, so skulu tit, um tit ikki vita, hvat tað er, hyggja í gulu bók.

 

Hyggið altíð í gulu bók, tá ið tit ivast, og rættið so nógv, sum tit fáa stundir til, áðrenn tit lata inn. Helst alt.

 

vh Anna  Maria

Skalin sigur, at stigini i fimis geva hesar karakterir:

46-50 stig   12

39-45 stig   10

29-37 stig    7

22-27 stig    4

17-19 stig   02

  4-16 stig   00

  0- 3 stig    -2