Boðklivi 3. flokkur
Góðu foreldur.
Mánadagin 13. desember fekk eitt starvsfólk í Frítíðarskúlanum staðfest korona. Viðkomandi var seinast til arbeiðis fríggjadagin 10. desember. Landslæknin metir, at av tí, at viðkomandi fekk sjúkutekin sunnudagin, telja tey 48 tímar aftur frá tí degi, og tí skulu øll børnini í 1., 2. og 3. flokki, sum vóru í frítíðarskúla fríggjadagin 10. desember testast skjótast gjørligt og 6. dag, sum er hósdagin 16. desember. Tit bíleggja tíð til kanning á korona.fo
Viðkomandi persónur hevur verið mest knýttur at børnunum í 1. og 2. flokki og í ávísan mun at børnunum í 3. flokki.
Hevur tú spurningar ella ivamál, ið snúgva seg beinleiðis um korona, kanst tú senda ein teldupost til corona@arb.fo ella ringja á tlf.: 664400.
Vinarliga
Birita Kjærbo Mortensen
Leiðari
Mítt telefonnummar er 584080, um onkrir spurningar eru.
Listaleypurin 2019/20
SUMMARVØKSTUR er ein leikur, ið er kveiktur úr Sommerbogen hjá Tove Jansson.
Hoyr søguna um Sofíu og ommu hennara, ið halda til á eini lítlari oyggj úti í finska skergarðinum, gjøgnum eina heldur øðrvísi framførslu. Søgan verður søgd við eksperimenterandi raddarnýtslu, einum fjalli av kaðalum, 7 mikrofonum, animerað og samspælandi pallsmíð og koreograferaðum live-elektronikki.
Søgan hugtekur børn við teksti, spæli og teimum droymandi myndunum.