Telefonpolitikkur skúlans

Telefonpolitikkur Skúlans

  • Best er, at næmingur ikki hevur fartelefon við í skúla.
  • Um næmingur hevur fartelefon við í skúla, skal hon liggja sløkt í taskuni, í jakkanum ella í skápinum, so at hon ikki órógvar undirvísingina. Tað er ikki nóg mikið, at hon liggur ljóðleys ella er í flogstøðu.
  • Tað sama er galdandi fyri sonevnd “ringi-ur” og elektronisk ur, sum hava samband við fartelefon.
  • Lærari kann í serligum førum geva næmingum loyvi at nýta fartelefon sum part av undirvísingini.
  • Um lærari kemur eftir, at telefonreglurnar ikki verða hildnar, skal telefonin latast læraranum, sum handar hana á skrivstovuna. Telefonin fæst aftur, við at foreldur ella avvarðandi koma á skrivstovuna eftir henni.
  • Átrokandi boð ella fráboðanir til næmingar í skúlatíðini kunnu verða givin við sms til flokslærara ella annan lærara. Til ber eisini at seta seg í samband við skrivstovuna á telefon 302450.
  • Eru serligar umstøður galdandi, t.d. sjúka ella annað, kunnu undantøk frá reglunum verða gjørd í samráð við lærara ella skúlaleiðslu.