Lærugreinar

Fyrisøgn Søgu 8 til 13/11-2019

Fyrisøgn Søgu 7 til 6/11-2019

Fyrisøgn Søgu 6 til 29/10-2019

Fyrisøgn Søgu 5 til 22/10-2019

Fyrisøgn Søgu 4 til 3/10-2019

Fyrisøgn Søgu 3 til 25/9-2019

Fyrisøgn Søgu 2 til 18/9-2019

Fyrisøgn Søgu 1 til 11/9-2019

Fyrisøgn 15 til 4/9-2019

Fyrisøgn 14 til 28/8-2019

Fyrisøgn 13 til 14/6-2019

Skriva søgu

Í eina tíð hava vit skriva søgu við støðu í myndini.

Summi eru liðug, meðan onnur hava eitt sindur torført við at gera søguna lidna, tí fer tað at verða skúlating til fríggjadagin 7. juni.

Tit kunnu hjálpa barninum, men ikki skriva søguna fyri tað, tvs. tit kunnu geva teimum hugskot, hvat kann vera í søguni, tó kunnu tit sjálvandi geva teimum orð og rætta stavivillur.

Tey hava skriva søguna í "Lær teg at stava - skrivihefti". Øll hava tikið tað heim við í dag. Vit ynskja, at søgan verður skriva á teldu heima og síðani send á turid.frederiksen@skulin.fo í seinasta lagi 7. juni.

GG !! Søgan skal ikki vera long tvs. max 1/2 telduskrivaða síðu, har skriftin er 12.  Tað skal vera ein byrja, handling og endi. Vit hava tosað um, hvat tað merkir.

Allar søgurnar fara at vera samlaðar í eitt hefti, sum tey fara at fáa heim við áðrenn summarfrítíðina.

 

29.05.2019

Fyrisøgn 12 til 7/6-2019

Fyrisøgn 11 til 29/5-2019

Fyrisøgn 10 til 15/5-2019

Fyrisøgn 8 til 1/5-2019

Fyrisøgn 7 til 12/4-2019

Fyrisøgn 6 til 5/4-2019

Fyrisøgn 5 til 27/3-19

Fyrisøgn 4 til 20/3-19

Fyrisøgn 3 til 13/3- 19

Fyrisøgn 2 til 6/3-19

Leinkja til bókina:

https://snar.fo/skipan/utgavur/snarbook/sulan-laer-teg-at-stava-1/

 

Fyrisøgn til 19/2-2019

Bina og Lina

Nú sær sólin.

Bina og Lina eru úti.

Tær sita og eta ber.

 

Fyrisøgn til 12/2-2019

Ása og Óli

Nú er sól.

Her eru Ása og Óli.

Ása og Óli eta ís.

 

Kunning í sambandi við lesing


Í dag hava allir næmingar fingið eina lesibók heim við. Lesikortið fáa tey í vikuni.

Lesibók:
Mælt verður til, at barnið lesur heima 10 minuttir um dagin í lesibókini, sum tey hava heim við. Í dag hava allir næmingarnir fingið somu bók, men hetta verður ikki framyvir, tí hvør næmingur fer at lesa sum einstaklingur.

Um barnið ivast í orðunum, so skulu tit spyrja, hvussu bókstavurin ljóðar og ikki, hvussu hann eitur. Tað ger lesingina lættari.

Vit miða ímóti, at næmingarnir lesa minst 2 ferðir um vikuna í skúlanum fyri okkum. Um tykkara barn, hevur havt eina bók leingi av onkrari orsøk, er tað umráðandi, at tit siga okkum frá, so barnið kann fáa eina nýggja bók. Tey skulu lesa somu bók í minst lagi 3 ferðir, um mett verður, at tey megna at lesa hana, fær tað eina nýggja bók.

Lesikortið:
Tað hevur stóran týdning, at tað, sum barnið lesur heima og í skúlannum verður skrivað í lesikortið, so vit (lærara og foreldur) vita, hvat barnið hevur lisið. Dømi: Súlubók S.4-8 2 ferð.

Sum tíðin líður kann tað koma fyri, at næmingurin fær skúlating skrivka í lesikortið, um tað er okkurt vit meta, at næmingurin skal venja. Tað telur, so við í teir 10 minuttirnir teir skulu lesa heima.

Lesikortið SKAL altíð liggja í bókini.

M7. september 2018