Fundarfrágreiðingar

Næmingaráðsfundur 7. nov. 2017

Næmingaráðslimir møttir á fundi: Bogi, Fía, Sára, Rúni, Áki og Eydna.

Uppskot:

  • 1: At sleppa í Bónus (Rúni)
    • Møguliga 2-3 ferðir um vikuna (Bogi)
    • Í Hoyvíkar skúla hava tey góðar royndir við hesum
  • 2: Vallærugreinar
    •    Tað hevði verið gott hjá teimum næmingunum, sum ikki eru so væl fyri bókliga, at kunna royna seg við tí kreativa í skúlanum (Fía)
  • 3: Hitin í skúlanum (Áki)
    •    Fleiri næmingar hava krím, tí at hitin ikki riggar
  • 4: Hugskotskassi (Áki)
    •     Ein kassa til evni at taka upp í næmingaráðnum
      •    Kann hanga í lonini hjá 8.-9. flokki
  • 5: Seksualundirvísing áðrenn 9. flokk (Eydna)
    •    Nógv halda, at tað er alt ov seint at fáa seksualundirvísing í 9. flokki
  • 6: Mensturatiónskassi til gentirnar(Fía)
    •    Tað hevði verið praktiskt at havt ein kassa, um gentirnar hava gloymt síni ting heima

Næmingaráðsfundur 21. sept. 2017

Næmingaráðsumboð møtt á fundi vóru: Bogi, Eydna Cæcilie, Victoria, Marianna, Fía, Rúni, Hervør, Magnus, Áki, Sára, Alda, Kjartan.

Næmingaráðið hevur skipað seg við Boga sum formanni, Rúna sum næstformanni og Eydnu Cæcilie sum skrivara.

Næmingaráðsfundur 19. mars 2015


Næmingaráðsfundur í SVL 19.03.2015 kl. 10:30 á skrivstovuni hjá Frank.

Skrá:

1. Viðgerð av viðtøkum
2. Val av formanni, næstformanni og skrivara
3. Ymiskt

Á fundi: Rebekka, Bogi, Sakaris, Andrew, Hilda og Røskva. Karin hevði forfall og tí kom varafólk hennara, Andrew ístaðin.

Ad. 1: Grein 3, í viðtøkunum er ikki fylgd í hesum føri, tí at bert 3 næmingar stillaðu upp í 9. fl. Viðtøkurnar eru samtyktar.

Ad. 2: Formaður: Rebekka, næstformaður: Hilda, skrivari: Bogi

Ad. 3: Hilda: eiga at hava 3 mál áðrenn vit kalla inn til fund. Fáa uppskot til skrá inn í góðari tíð. Burdu havt okkurt trivnaðartiltak. Flokkarnir eiga at vera meir saman sosialt. Eitt sindur kiksað við øllum litunum, tí at tað deilir flokkin upp. Vil gjarna skifta pláss, hevur sitið í sama staði í ½ ár. Telefonfría viku. Burdu havt meir “Louisu” undirvísing.
Røskva: Kalt í stovuni. Bert upp til miðdeild fáa listaleyp otl. Vit burdu gjørt meir burturúr. Seturskúli: Næmingarnir skulu hava størri ávirkan á hann. Kundu verið meir virkin í undirvísingini.
Øll: Burdu havt gardinur.
Bogi: Næstan allir dreingirnir fara í høllina, tá ið flokkurin eigur høllina. Burdu havt meir samtíð, hava bara havt søgu.
Rebekka: Skúlin burdi keypt eitt sett afturat av málum.