Viðtøkur

Viðtøkur fyri næmingaráð SVL

Grein 1
Skúlin við Løgmannabreyt (SVL) hevur 3 ráð við næmingum, ið bera navnið “Næmingaráð SVL”, við ískoytunum innskúlingin, miðdeild og framhaldsdeild, og sum hava heimstað í SVL í Hoyvík.
Endamálið við næmingaráðunum, er at virka fyri størri ávirkan hjá næmingunum á egin viðurskifti og fyri góðum, tryggum og mennandi umstøðum at læra og trívast hjá næmingum í SVL við:
1. at arbeiða fyri, at næmingarnir fáa høvi at varðveita og menna førleikarnar at virka í einum fólkaræðisligum samfelag 
2. at umboða og verja áhugamál næminganna í øllum viðkomandi viðurskiftum 
3. at styrkja samanhaldið í SVL og stimbra til meðvit, bæði tá tað snýr seg um læru og trivnað 
4. at arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum næmingar, lærarar, leiðslu, foreldur og skúlastýrið
2. stk. Næmingaráðið røkkur endamálinum gjøgnum egið virksemi, og samstarv við onnur næmingaráð.

Grein 2
Valbari og valrætt til næmingaráð SVL hava:
1. Til ráðið fyri innskúlingina – næmingar í 1., 2. og 3. flokki. 
2. Til ráðið fyri miðdeildina – næmingar í 4., 5. og 6. flokki.
3. Til ráðið fyri framhaldsdeildina – næmingar í 7., 8. og 9. flokki.

Grein 3
Hvørt næmingaráð hevur tveir limir og tveir varalimir fyri hvønn flokk.

Grein 4
Flokkarnir hava val til næmingaráðið við skúlaársbyrjan, ella tá teirra umboð í næmingaráðnum ikki longur er næmingur í flokkinum.
Valdagurin skal verða fráboðaður í minsta lagi eina viku frammanundan.

Grein 5
Á fyrsta næmingaráðsfundi, eftir at næmingaráðini eru vald, skipa ráðini seg við formanni, næstformanni og møguligum skrivara.
Fundir í næmingaráðnum verða hildnir eftir tørvi, tó í minsta lagi 5 um árið. Allir næmingar skúlans kunnu seta fram uppskot til skrá.
Fundir í næmingaráðnum verða hildnir í skúlatíð. Tryggjast má, at fundirnir ikki altíð raka somu undirvísingartímar.
Næmingaráðið er viðtøkuført, tá ið helvtin av limunum eru møttir á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerðandi.
Um í minsta lagi helvtin av næmingaráðslimunum ynskja tað, skal ein avgerð sendast til skrivliga atkvøðu millum allar næmingar skúlans ella í viðkomandi deild.
Um ein næmingaráðslimur ynskir tað, kann hesin krevja, at tað skal atkvøðast skrivliga í næmingaráðnum. Er talan um at velja persónligt umboð til eitthvørt, verður altíð atkvøtt skrivliga.
Frágreiðing verður skrivað frá fundinum, og latin ábyrgdarlærara at leggja út á heimasíðu/FirstClass.
Við endan av hvørjum skúlaári, skipa næmingaráðini fyri fundi, har allir næmingar í deildini/skúlanum kunnu koma við og hava atkvøðurætt, har frágreiðingar frá formonnunum verða lagdar fram, og mál sum viðvíkja øllum næmingum skúlans kunnu verða sett á skrá.

Grein 6
Viðtøkurnar kunnu bert broytast, um 2/3 av næmingaráðslimunum eru møttir á fundi, og bert um 2/3 av teimum møttu atkvøða fyri hesum. Uppskot til viðtøkubroytingar skulu vera sent øllum næmingaráðslimunum í minsta lagi 1 viku undan fundinum. 

Grein 7
Samtykt á næmingaráðsfundi tann 19.03. 2015 og kemur í gildi beinanvegin.