Føroyskt

Sellofan

1. Tekstaslag

2. Heiti

3. leikritstjóri
 
4. Lýs Elina og hennara gerandisdag
5. Hvussu skilja tit “mammuandlit” 
6. Hví øsir Elin seg, tá hon tosar við leiðarin í vøggustovuni? 
7. Er Elin ein vánalig mamma? Hví/Hví ikki? 
8. Tværferð sigur hon “Problem. Loysi tað í morgin” Hví mann hon skal hon bíða til í morgin at loysa tað? 
9. Hvønn leiklut hevur mammu Elina? Hvussu eru viðurskiftuni teirra millum? 
10. Hví klára Elin ikki at halda fasaduna tá tað kemur til mammu sína? Hvat er ein fasada 
11. Hvat merkir uppbyggilig niðurbróting? Og hví mann Elin siga soleiðis um mammu sína? 
12. Hví sigur Elin við mammuna “Eg livi tín dreym”? Hvat sipar hon til? 
12. Hvørjum man Elin tráa eftir? Hvat er umráandi í lívi hennara? 
14. Hvussu við Pálli? Hví er hann ikki nevndur í brotinum? 

 

Eitt dýpi av dýrari tíð - yrking

Aftur av jarðarferð

S.J. Mikines

Parafrase av "Aftur av jarðarferð"

Saknur

S.J. Mikines

Greinið og tulkið Rimarúmið

Greiningarfrymil til blaðgrein

Tíðin avdúkar - uppgávur

Gamla Lotta - Spurningar

The Mad-Hatters Tea Party. 2007 (Málningur)

Dreymar búgva allastaðni - kap. 5

Dreymar búgva allastaðni

Føroyskur stílur - 15.02.22

Dólghanus (til fríggjadagin) Tit finna ævintýrið her: https://snar.fo/aevintyr

Spurningar - "Krákudóttir og Kalsdóttir"

Krákudóttir og Kalsdóttir (ævintýr)

Kópakonan

1. Hvat fyri tekstaslag er hetta?

2. Hvar gongur søgnin fyri seg?

3. Hvat hendir trettandu nátt?

4. Hvat ger mikladalsdrongurin?

5. Hvussu fær kópakonan hamin aftur?

6. Heldur tú, at tey eru eydnusom sum hjún? - grundgev fyri svarinum.

7. Greið frá dreyminum?

8. Hvussu gekst tá mikladalsmenn fóru at sláa kóp?

9. Greið frá hvussu kópakonan hevndi seg?

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar til kap. 13

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar kap. 12

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar til kap. 11

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar til kap. 10

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar til kap. 9

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar til kap. 7

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar til kap. 3

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar til kap. 2

Brøðurnir Leyvuhjarta - spurningar 1. kapittul

Koyr til helvitis - spurningar til stuttsøguna

Hjálp til at halda býanti rætt

https://www.youtube.com/watch?v=XSdNHjR0-nE 

Leinkja til søguheftið 1. hálva 2018

 

https://docs.google.com/document/d/1eUQxAPtixwD3riFCHdxEEOoZRrjIXlyy55u66oAsG8I/edit

Fyrisøgn - hósdagur 25. Oktobur

Fyrisøgn 7 í NEM - mál í triðja

Eg eiti Janus og búgvi í Klaksvík. Eg eigi eina kettu, sum eitur Kiskan. Hon

er so fitt, og eg eri ógvuliga góður við hana. Eg ansi altíð væl eftir henni, men

ein dagin, tá ið eg kom úr skúla, var eingin ketta inni hjá okkum. Eg rópti, men

eingin ketta kom ímóti mær.

Eg ætlaði mær júst at fara at leita, tá ið mamma kom inn. Hon segði mær, at

Jóhan hevði koyrt á kettuna. Pápi var farin til djóralækna við henni. Mamma

segði, at eg ikki skuldi vera keddur, tí kettan hevði ikki fingið stóran skaðar.

Orðafyrisøgn til 7. mai 2018

epli - vetur - hosa - blátt - mús - summar - ketta - grátt

jakki - vár - hundur - egg - húgva - reytt - heyst - banan

troyggja - ross - grønt - kjøt - dýr - litir - árstíðir - klæði

matur

Fyrisøgn 6 í NEM - mál í triðja

Mamma hevur keypt eina vakra lagkøku, og systir mín hevur prýtt hana við níggju

ljósum.

Vit hava keypt eina rúgvu av ballónum at geva børnunum.

Fyrst fara vit at spæla eitt spæl, sum systir mín hevur lært meg. Tað er eitt stak

stuttligt spæl, sum eg giti, øll fara at tíma. So fara vit at eta, og aftaná fara vit at

renna eftir postum úti. Eg havi sjálvt gjørt postarenningina.

Ádrenn børnini fara til hús, fáa vit pitsu.

Fyrisøgn 5 í NEM - mál í triðja

Eg fari upp í songina at balla meg.

Mamma er ill við meg, tí eg akti ikki.

Mín hálsketa er úr silvuri, men tín er úr gull.

Vit spældu hondbólt fyri fullari høll í gjár.

Kettan hja okkum er nokk so vill. Hon spælir alla tíðina.

Hallur er ein raskur drongur.

Øll fara út at spæla í dag.

Eitt orðatak sogur: "Ull er Føroya gull".

Vasin stendur á ovastu hill.

Fyrisøgn 4 í NEM - mál í triðja

Her standa eini lítil hús. Hvør man búgva her?

Eg veit, at ein gamal maður býr her, men eg veit ikki, hvussu hann eitur.

Eg veit heldur ikki, hvat hann ger.

Hvat man hann gera?

Hvussu sær hann út, og hvørjum klæðum er hann vanliga í?

Hvar man hann vera?

Hvønn sært tú har?

Fyrisøgn 3 í NEM - mál í triðja

Eg eiti Lív. Eg eri 9 ár og gangi í triðja flokki. Mær dámar sera væl at dansa

og sparka bólt. Beiggi mín tímir als ikki at sparka,men hann tímir at svimja.

Hann svimur ofta til kappingar, og tað er hann stoltur av. Hann hevur vunnið

nógv heiðursmerki. Onkuntíð vinna vit, tá ið vit spæla fyst, men vit hava

ongantíð vunnið FM.

Fyrisøgn 2 í NEM - mál í triðja

Lea er ein rættiliga gløgg genta. Henni dámar væl at spæla fótbólt og telva.

Seinasta leygardag vann hon eina talvkapping. Tá var hon bæði fegin og errin.

Leu dámar at vinna, men hon tolir eisini at tapa. Ein drongur bleiv so illur,

tá ið hann tapti móti henni, at hann rýmdi.

Leu dámar eisini væl at vitja mostur sína, tí hon eigur so nógv dýr.

Hon eigur eina kettu, ein hund og ein hest.

Fyrisøgn 1 í NEM - mál í triðja

Eitt stórt vatn er beint oman fyri bygdina, har búgvi eg.

Í gjár var eg á vatninum og róði í mínum gummibáti.

Vinmaður mín var við mær. Vit vóru báðir í mínum báti.

Pápi mín var við okkum, men hann sat bara á landi og hugdi at.

Mamma ætlaði sær við, men so kom abbi og omma at vitja.

Vit hava ein stóran bil, so pápi koyrdi okkum.

Fyrisøgn til 9. februar 2017

Bilurin

Ólavur og Pál hava ein bil. Hann er grønur við gulari last. Teir koyra. Nú stýrir Ólavur, og Pál situr í lastini.

 

Fyrisøgn 25. januar 2017

Ein gívur

Mamma seymar mær ein fínan búna. Eg skal vera ein gívur. Eg skal eisini hava hatt, kust og eina stóra nøs.

 

Fyrisøgn til 19. januar 2017

Vit fiska

Í dag fara pápi og eg út í Sund at fiska. Mær dámar væl fisk, men ikki livur og rogn. Best dámar mær laks.

Fyrisøgn 12. januar 2016

Kavi og rok

Tá Lina er komin út, koma Vár og Jón á sletu. Ansa tær, rópa tey. Men ov seint er. Øll trý enda í eini veit.

Fyrisøgn 13. desember 2016

Nú er vetur

Í dag er ísur og gler. Lina fer út at skoyta.  Hon letur seg væl í, tí tað er kalt. Nú kavar eisini.

Søguhefti jólini 2016

Øll eru byrja at skriva søguna, og fleiri eru um at vera liðug. Tey eru vælkomin at skriva søguna inn á teldu heima og leggja hana inn á niðanfyristandandi leinkju:

er tikin burtur

Vit ætla, at allar søgurnar skulu vera lidnar týsdagin 6. desember.

Freistin er flutt til fríggjadagin 9/12-2016

Fyrisøgn 24. november 2016

Vit eru inni

Nú er regn, og vit sita inni. Lisa og eg sita og binda. Jóna fann eitt talv, so hon og Ró seta seg at telva.

Fyrisøgn 10. november 2016

Sára

Sára er ill og súr, tí Ró og Vár tíma ikki at spæla við hana. Sára vil spæla Ludo, men tað tíma tær ikki.

Fyrisøgn 3. november 2016

Másin og pisan

Per er farin ein túr. Hann sær ein mása, og hann hoyrir eina pisu láta. Men Per sær ikki pisuna. Hon goymir seg.

Fyrisøgn 21. oktober 2016

Eitt fitt lamb

Tá Eli fór heim, sá hann eitt so fitt lamb. Tað rann móti Eli, men tá hann kom nær, fór tað til mammu sína.

Fyrisøgn 5. oktober 2016

Lisa

Lisa hevur ilt í eini tá. Hon var úti við Sáru og Jónu, og tá tær fóru heim, datt hon um ein stein.

Leinkja til "Søgur 2. flokkur heystið 2016"

 Øll skuldu skriva søgurnar inn við teldu í dag á skúlanum, men tað riggaði tíverri ikki heilt, sum vit høvdu ætlað. Tað eru bara 18 næmingar, sum eru byrjaðir at skriva inn.

Alli næmingarnir fingið boð, um taka skriviheftið heim við, sum tey hava skriva søguna í, um so er, at onkur vil skriva heima. Tað eru teir vælkomnir at gera.

Um tit skriva søguna heima, kunnu tit so vinarliga leggja hana inn á niðafyristandandi leinkju:

https://docs.google.com/document/d/1BQoI6evUqyjegkpddz53Sm2CjvssnfN26ZKqL23lgwM/edit

so hava tey møguleika at skriva víðari í skúlanum.

Vit ætla, at allar søgurnar skulu vera lidnar fríggjadagin 30. september.

 

26.09.2016

Fyrisøgn til 27. september 2016

Eitt egg

Pól og tey hava fimm hønur og tvær gæs. Tá Pól kom, lá ein høna á. Hon fór av, og tá sá Pól eitt egg.

Fyrisøgn til 16. september 2016

Másin

Í dag kom ein mási til mín, tá Sira og eg sótu úti. Másin kom so nær, at hann át ein bita frá mær.

Fyrisøgn til 9. september 2016

Nósin

Tá Óli fór út á nes at fiska, sá hann ein nósa. Nósin lá so dovin í sólini eina løtu, men so fór hann.

Fyrisøgn til 2. september 2016

Gásin og músin

Jóna sær gásina og músina sóla sær. Gásin fær sær saft, og músin fær sær ost.

Fyrisøgn 30. august 2016

Húsini eru blá

Eg sá eina málara mála síni hús. Húsini vóru gul, nú eru tey blá.

 

Fyrisøgn til 19. august 2016

Óli og Per

Óli og Per vóru úti.

Men so kom eitt æl, og

tá fóru teir oman til Per.

Fyrisøgn til 8. mars 2016.

Óli og Pól. Óli og Pól spæla. Óli hevur ein bát. Pól hevur ein bil.

Fyrisøgn til 1. mars 2016

Ása lesur. Í dag er Ása inni. Hon situr og lesur. Hon lesur um ein fíl.

Fyrisøgn til 23. februar 2016

Bina og Lina. Nú sær sólin. Bina og Lina eru úti. Tær sita og eta ber.

Arbeiðsbøkur í føroyskum

Vit vilja minna á, at í arbeiðsbókunum í føroyskum, skulu næmingarnir ikki gera meiri enn, teir hava fingið boð um.

Fleiri av næmingunum hava fingið bókina "Súlan - arbeiðsbók 2" heim við aftur, tí tað mangla fleiri síður at gerast. Síðurnar eru merktar, sum mangla at gerast. Vit vilja heita á tykkum um at hjálpa barninum at gera síðurnar heima og síðani lata bókina inn aftur.