Við deyða

Við deyða

Hevur næmingur verið leingi sjúkur

  • Flokslærarin boðar leiðsluni frá, og leiðslan kunnar allar lærarar og starvsfólk um støðuna
  • Flokslærarin/toymið kunnar flokkin og foreldur
  • Morgunin eftir, ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggið verður vundið á hálva stong
  • Saman við kunningini fylgir eitt ritual – Faðir vár, tendra ljós, mynd, blómur, tøgn í 1 minutt o.a.
  • Flaggið verður vundið á hálva stong

Doyr næmingur brádliga

  • Tá ið deyðsboð eru, verða flokslærarin og leiðsla kunnað
  • Flokslærarin ella annar lærari setur seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at vita, hvat er hent, og hvussu støðan er
  • Leiðslan boðar til fundar, so skjótt boðini eru komin
  • Flokslærarin/toymið kunnar flokkin
  • Morgunin eftir, ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggið verður vundið á hálva stong
  • Saman við kunningini fylgir eitt ritual – Faðir vár, tendra ljós, mynd, blómur, tøgn í 1 minutt o.a., prestur er møguliga hjástaddur
  • Tá ið øll vita um hendingina, verður flaggið í skúlanum vundið á hálva stong
  • Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er neyðugt, at meira enn ein lærari er hjástaddur tann dagin. Geva rúm fyri, at næmingarnir kunnu práta, spyrja og vísa kenslur
  • Ikki sleppa børnunum heim einsamøllum, men avtala við foreldrini at koma á skúlan eftir børnunum
  • Flokslærarin setur seg í samband við foreldraumboðini, sum síðani boða øllum foreldrunum frá at koma í skúlan eftir børnunum og somuleiðis til eina samkomu
  • Práta við foreldrini í flokshølunum um tað, sum hent er, so øll fáa somu kunning um hendingina, og kunna øll um t.d. jarðarferð og ta ætlan, sum skúlin hevur, hvat meira skal henda. Syrgja fyri, at øll børnini fara heim við onkrum vaksnum
  • Flokkurin og skúlin senda krans ella blómur
  • Flokkurin verður við til jarðarferðina saman við foreldrum sínum
  • Skúlin verður stongdur til jarðarferðina og flaggið vundið á hálva stong
  • Næmingarnir gera eina minningarbók um næmingin, sum heimið fær
  • Okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næminginum nakrar dagar ella restina av skúlaárinum, t.d. mynd, blómur, ljós o.a.
  • Ein limur úr sorgarbólkinum/stuðulsbólkinum verður knýttur at flokkinum
  • Skriva minningarorð
  • Flokslærarin fylgir øllum upp. Bjóðar foreldrunum t.d. til hugnaløtu á jólum
  • Føðingar- og deyðsdagurin verða merktir
  • Vitjan á grøvini (sí Sorgarbókina)

 Tá lærari/starvsfólk doyr

  • Leiðslan setur seg í samband við familjuna ella øvut
  • Leiðslan boðar til fundar og kunnar á lærarastevnuni allar lærararnar, (telefonketan) og morgindagurin verður lagdur til rættis
  • Flokslærarin/toymið fer inn við sínum flokki og kunnar næmingarnar, áðrenn øll hittast í høllini til eina minningarløtu
  • Flaggið verður vundið á hálva stong
  • Skipað verður fyri minningarløtu. Leiðsla ella onnur, lærari/prestur, hevur eina minningartalu. Sangur, tala, Faðir vár, ljós, tøgn í 1 min.
  • Í flokkinum, sum lærarin er knýttur at, verða foreldrini biðin um at koma í skúlan – hesum taka foreldraumboiðini sær av. til kunning, samtalu og at fylgja børnunum heim
  • Lærarar fara heim til familjuna. Halda sambandið við líka fyrsta árið
  • Geva familjuni tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina
  • Skúlin er stongdur tann dagin jarðarferðin er
  • Minningarorð í bløðini


Tá lærari/starvsfelagi verður raktur av álvarsligari sjúku ella vanlukku

  • Leiðslan kunnar, í samráð við familjuna ella læraran sjálvan, allar lærarar um sjúkuna hjá viðkomandi
  • Teir næmingar, ið viðkomandi er flokslærari hjá ella hevur nógv, verða kunnaðir um støðuna. (Bræv verður sent foreldrunum)
  • Sorgarbólkurin tosar og dagførir seg við tey, ið kenna viðkomandi best, soleiðis at okkurt verður gjørt – t.d. vitja ella hava samband við hin sjúka


Tá lærari/starvsfelagi missir

  • Leiðslan fær boð og kunnar starvsfelagar/lærarar um tilburðin
  • Til jarðarferðina verður flaggið vundið í hálva stong. Lærarin kunnar flokkin um, hví flaggið verður vundið á hálva stong
  • Flokslærarin fær vitjan av einum úr sorgarbólkinum
  • Flokkurin sendir kort og blómur heim til læraran, um hann er flokslærari, ella hann hevur flokkin nógv. Flokkurin vil á tann hátt vísa samkenslu við blómum og brævi/korti
  • Leiðsla og starvsfelagar, ið viðkomandi arbeiðir nógv saman við, fara heim til familjuna og bjóða seg fram at hjálpa við onkrum, um neyðugt er. Eru annars um tey tíðina aftaná
  • Minnast tann fyrsta ársdagin við at leiðslan sendir eitt blómutyssi heim til viðkomandi, sum hevur mist
  • Um starvsfelagi/lærari missir foreldur, verður blómutyssi sent heim til viðkomandi