Virðisgrundarlag

Virðisgrundarlag

 Menning
- Vit eru ein livandi skúli

 Virðing
- Vit hava tvey oyru og ein munn

 Yrkisføri
- Tá vit eru best

Virðing er grundarsteinurin undir bæði trivnaði, samstarvi, menning og læru. Dentur verður tí lagdur á, at vit í skúlanum altíð hava eitt virðiligt samskifti og somuleiðis eina virðiliga atferð hvør ímóti øðrum. Her verður bæði hugsað um sambandið næminganna millum og sambandið millum lærara og næming. Tað verður somuleiðis stórur dentur lagdur á at tryggja, at øll kenna seg at vera virðismikil og eina gávu til felagskapin, við øllum sínum ymiskleikum. At øll kenna seg at verða sædd, hoyrd og vird.

Vit leggja sostatt dent á at tosa virðiliga við hvør annan, og átala tá ið vit síggja óhøviskan ella óhóskandi atburð ella samrøðu.

Í skúlanum við Løgmannabreyt leggja vit stóran dent á, at lærararnir hava eitt høgt yrkisførið, so teir megna við hóskandi undirvísingarhættum at skapa eina viðkomandi og fjølbroytta undirvísing, ið stuðlar undir forvitni hjá næmingunum og gevur teimum pláss at læra og mennast. Í einum mennandi umhvørvi er pláss fyri nýskapan og nýhugsan. Vit leggja tí dent á at deila hugsanir, vitan og royndir, og at tosa saman og kjakast fyri at flyta okkum. Lurtað verður eisini eftir næmingunum, tá ið teir koma við sínum íkasti um broytingar og batar, bæði í mun til undirvísingina og praktisk viðurskifti. Næmingaráð er í hádeild, og eru ymiskar broytingar framdar sum úrslit av teirra ynskjum

Les meira um virðisgrundarlag skúlans í bóklinginum niðanfyri.