Nýggj boð - 31. august 2020
Góðu foreldur
Toymið hevur eitt hjartasuff til tykkum foreldur. Tað eru alt ov nógv børn, ið hvønn dag mangla eitt nú frílesingsbøkur í føroyskum og donskum, lesibøkur, arbeiðsbøkur, linjuál, blýantar og matpakka. Fleiri manglar alt pennahúsið. Tað eru fleiri av teimum, sum siga, at tey hyggja ikki inn á vikuætlanina og pakka heldur ikki skúlataskuna sjálvi.
Vit fara inniliga at heita á tykkum foreldur, soleiðis at tit kunnu tryggja tykkum, at barn tykkara hevur tað við í skúla, sum tað hevur brúk fyri, soleiðis at tað fær arbeitt í skúlanum, eins og øll hini. Matpakkin er sera umráðandi, eins og svøvnurin eisini er. Nøkur børn eru sera troytt, tá ið tey koma í skúla og orka ikki at gera nakað.
Ætlanin var at hava ein felags foreldrafund í hesi vikuni, men hesin er tíverri útsettur. Tit frætta meiri seinni.
Vh. Toymið