Matarskipan

Matpakkin.fo – matpakkar til skúlar

 

Bílegg her: http://matpakkin.fo/ 

 

Nú ber til hjá næmingum og lærarum at bíleggja matpakka allar skúladagar.

 

Úrvalið av matpakkum sæst á heimasíðuni matpakkin.fo

 

Matpakkarnir kunnu bíleggjast fram til kl. 7.30 og eru tá í skúlanum til matarsteðgin sama dag. Tó eru einstakar vørur, ið mugu bíleggjast dagin fyri. Matpakkin er merktur við navni og flokki á honum/henni, ið eigur hann.

 

Ikki er neyðugt at minnast at bíleggja til hvønn dag, tí til ber at leggja inn eina fasta bílegging, har bíleggingin verður endurtikin teir dagar, sum valdir verða í yvirlitinum á heimasíðuni.

 

Ein váttan verður send við telduposti, sum vísir tær støku bíleggingarnar, ið eru partur av tí afturvendandi bíleggingini. Harumframt verður ein váttan send á veitingardegnum fyri hvørja staka bílegging.

 

Avrit av øllum bíleggingarváttanum liggur á heimasíðuni undir valmyndini BÍLEGGINGAR.

 

Broyta ella strika eina bílegging

 

Til ber at broyta og strika stakar bíleggingar, sum eru partur av afturvendandi bílegging. Tá verður nýggj váttan send við telduposti.

 

Møguleiki er at broyta eina afturvendandi bílegging. Tá broytast allar komandi stakar bíleggingar, sum eru partur av tí afturvendandi bíleggingini.

 

Til ber eisini at strika afturvendandi bíleggingina. Tá strikast samstundis allar komandi stakar bíleggingar, sum eru partur av afturvendandi bíleggingini.

 

At broyta og strika bíleggingar skal gerast við tíðarfreistini, ið er galdandi fyri viðkomandi vøru – meginreglan er, at tað skal gerast innan kl. 7:30 á veitingardegnum. Tó eru einstakar vørur, sum skulu broytast ella strikast dagin fyri.

 

Gjaldskort

Tá bílagt verður, skal rindast við gjaldskorti.

 

Bara gjaldskort, ið eru tilmeldað trygdarloysnini 3D Secure hjá Nets og peningastovnunum, kunnu nýtast. Eigarin av gjaldskortinum skal venda sær til peningastovnin, um so er, at kortið ikki er tilmeldað trygdarskipanini. Gjaldskortið kann nýtast dagin eftir, at tað er tilmeldað.

 

Upphæddin fer av gjaldskortinum sama dag, sum matpakkin er bílagdur.

 

Fyri afturvendandi bíleggingar fer gjaldið av kortinum sama dag, sum staka veitingin verður gjørd. Broytingar í eini bílegging ávirka gjaldið, sum verður tikið av kortinum, samsvarandi.

 

Til ber at strika og leggja nýggj gjaldskort í valmyndina UMSITING.

 

Kundin hevur ábyrgd av:

 

·         at áseta innihaldið í bíleggingini

·         at áseta, um bíleggingin skal vera afturvendandi

·         at gera broytingar ella at strika stakar ella allar bíleggingar í afturvendandi bíleggingini og at gera hetta samsvarandi veitingartíðini, ið er ásett fyri bíløgdu vøruna

·         at gjaldskortið hevur gildið og at til ber at trekkja gjaldið av kortinum samsvarandi bíleggingini