Kunning
Vikuætlan
Samhøll
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Trygging

Trygging


Til øll foreldur at skúlabørnum í Tórshavnar kommunu.

Kunningarskriv um tryggingarviðurskifti hjá skúlanæmingum, 09/01/2006.

Fram til 1. august í 2004 høvdu land og kommunur felags vanlukkutrygging fyri skúlanæmingar, ið Mentamálaráðið stóð fyri. Mentamálaráðið segði hesa felagstrygging upp, tí at landið hevði gjørt av at verða sjálvtryggjað, og harafturat hevði Landsgrannskoðarin sambært Mentamálaráðnum boðað frá, at landið ikki hevði heimild til at lata næmingarnar vanlukkutryggja. Eftir nærri kanningar, hevur áhugafelagið hjá kommununum, Kommunusamskipan Føroya, staðfest, at kommunurnar ikki hava heimild til at taka á seg at vanlukkutryggja skúlanæmingar. Ein kommuna kann bert ábyrgjast fyri skaðar, kommunan sjálv hevur ábyrgd av, og hevur tískil eisini bert heimild til at tekna trygging fyri slíkar skaðar, og sum er, varða kommunurnar bert av tí partinum av skúlaøkinum, sum er bygningar og rakstur av hesum. At vanlukkutryggja skúlanæmingar er tí at rokna sum ein tænasta til ein ávísan part av borgarunum í kommununi. Uttan lógarheimild kunnu kommunur einans veita slíkar tænastur til borgarar, um tær eru av felags kommunalum áhuga, t.e. antin umfata allar borgarar í kommununi ella ein í mun til endamálið sakliga avmarkaðan bólk av borgarum.

Fatanin hjá bæði Kommunusamskipanini og Innlendismálaráðnum er, at vanlukkutrygging av næmingum í skúlunum ikki lýkur hesar treytir, og tí ikki kann verða veitt við heimild í kommunufulltrúini. Hetta ber í sær, at ein kommuna hvørki kann tekna vanlukkutrygging móti hendiligum óhappum á næmingar ella ábyrgdartrygging fyri skaðar, næmingarnir elva á fólk og lutir. Avleiðingin av hesum er, at tygum sum foreldur sjálvi hava ábyrgdina av, at tygara børn verða fevnd av slíkari trygging, um tygum ynskja hetta. Tað, ið er ført fram omanfyri, broytir ella avmarkar tó ikki ta endurgjaldsábyrgd, ið kommunan altíð hevur sambært vanligum endurgjaldsrætti. Stendst skaði sostatt av viðurskiftum, ið kommunan hevur ábyrgd av, verður endurgjald framhaldandi rindað viðkomandi.

Vinarliga
Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri
Jákup Simonsen, mentamálaleiðari