Minnist til toastarar og pengar
Hvør ger hvat - sí 'Ymiskt'
Øll skulu vænta at gera meira enn tey eru sett at gera á skjalinum. Harumframt verður lesiløta, rokniuppgávur o.a. til teirra, ið ikki orka at arbeiða so nógv.
Toastsøla
Í samband við tiltakið Føroyar móti krabba, ið krabbameinsfelagið skipar fyri, fer 5. flokkur at selja toast o.a. í dag. :) Vit hava fingið stuðul frá Mylnuni, Miklagarði, Damfar og MBM. :D
Prísir:
1 toast 15 kr, 2 toastar 25 kr, 3 toastar 35 kr
Sunkist 5 kr
Karamel 5 kr
Til ber at keypa eitt sunkist og eitt karamel.
Støddfrøði
Heima: Emat 5.mars 2021
Tey, sum enn mangla at gera nakrar emat uppg.,
mugu eisini gera tær.
Minnist til at binda Rokning 5b inn. :)
Lesivika - í dag lesa vit tá tað ber til í mun til arbeiðsuppgávur
Næmingarnir lesa í 30 min. hvønn dag. Umráðandi er, at øll hava eina ella fleiri bøkur klárar, alt eftir hvussu skjótar tær eru at lesa.