Vallærugreinar

Vallærugreinar í hádeildini

Næmingar í 7. flokki skulu velja eina ella fleiri vallærugreinar til komandi skúlaár.

Í 8. flokki fara tit at hava 28 kravdar tímar um vikuna.

Kravdar lærugreinar eru: Kristni, føroyskt, danskt, enskt, støddfrøði, søga/samtíð, samfelagsfrøði, landafrøði, lívfrøði og ítróttur.

Um tú ætlar tær á náttúrubreyt, tilfeingisbreyt ella tøknibreyt í miðnámi, skalt tú hava alis- og evnafrøði í 8. og 9. flokki, og um tú ætlar tær á hugbreyt, skalt tú hava týskt í 8. og 9. flokki. 

Breytir og miðnámsskúlar:

· Gymnasialt miðnám Glasir, Tórshavn (www.glasir.fo)

  • Búskaparbreyt
  • Hugbreyt
  • Náttúrubreyt
  • Fyrireikingarbreyt

 

· Yrkisrættað nám Glasir, Tórshavn (www.glasir.fo)

· Tilfeingisbreyt Miðnám í Vestmanna (www.miv.fo)

· Tøknibreyt Tekniski skúli í Klaksvík (www.tsk.fo)

 

Skúlaárið 2021-22 kunnu tit velja hesar vallærugreinar:

• týskt 4 t/v

• alis-/evnafrøði 3 t/v

• motorlæru 2 t/v

• sniðgeving 2 t/v

• tónleik 2 t/v

• heimkunnleika 2 t/v

• SkúlaFM 2 t/v

• hondbólt 4 t/v

• fótbólt 6 t/v

Viðmerkjast skal, at undantikið týskt og alis-/evnafrøði, eru hinar vallærugreinarnar treytaðar av, at tímar verða játtaðir, og at undirtøkan verður nóg stór.

Um ivamál ella spurningar eru, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Guðný, skúlavegleiðara, á tlf. 280314 ella umvegis t-posti: gudny.wardum@skulin.fo