Førleikastovan

Førleikastovan skal:
1)   samskipa námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum,
2)   menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlanum,
3)   miða eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt,
4)   samskipa og gagnnýta servitanina, umframt at menna eitt gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og mannagongdir, og
5)   menna eitt næmingalagað og innkluderandi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra, og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.

Endamál 

  • at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt 
  • at samskipa náms- og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum 
  • at gagnnýta vælútbúnu arbeiðsmegina í fólkaskúlanum skilabest, so næmingur, lærari og foreldur fáa skjóta og góða hjálp 
  • at vitan og námsfrøðiligu amboðini verða gagnnýtt 
  • at menna eitt gott læriumhvørvi 
  • at skúlin hevur neyðug námsfrøðilig amboð og vitan at fremja inklusjón 
  • at normaløkið og serøkið samstarva um menningarátøk og úrslit 

Lýsing av uppgávum: 

  • Førleikastovan skal menna skúlans arbeiði sum heild, fylgja næmingum og flokkum, har stórar avbjóðingar eru.  
  • Ráðgeva leiðsluni at skipa miðfirraðu tímarnar, so at teir verða gagnnýttir á bestan hátt
  • Hjálpa lærarum at gera eina virkisætlan fyri átøk til einstaka næmingin og /ella flokkin 
  • Stuðla lærarum í inklusíon av næmingum 
  • Stuðla lærarum at útvega hóskandi tilfar  
  • Ráðgeva og vegleiða starvsfólki á skúlanum í samband við avbjóðingar, sum tey kunnu møta 
  • Førleikastovan samstarvar við Sernám, Barnaverndartænastuna og aðrar sosialar myndugleikar, skúlar og skúlatilboð. 

Dømi um arbeiðsuppgávur: 

  • Virka sum innanhýsis vitanarmiðdepil skúlans. Hetta við at veita ráðgeving og hugskot  til einstaka læraratoymið, einstaka læraran eIla stuðulin í teirra námsfrøðiliga arbeiði við ymsu tørvunum hjá næmingunum  
  • Førleikastovan er bindilið millum skúlan og Sernám 
  • Ráðgeva og veita hjálp viðvíkjandi inklusjón 
  • Gera lesikanningar 
  • Faklig upplegg á foreldrafundum og námsfrøðiligum fundum 
  • Samskifta, samskipa og samstarva við samstarvstoymini hjá Sernámi viðvíkjandi næmingum, sum hava serligar avbjóðingar 
  • Samskipa og menna náms- og fakligu førleikarnar í skúlanum 
  • Tryggja at einstaklingalæruætlanir verða gørdar fyri næmingar við serligum avbjóðingum 
  • Læruætlanir skulu vera førleikastovuni í hendi hálvan september