Boðklivin

Framløga - útbúgvingarskipanin 2024 (06.02.24)

Kunning um skúlagongd í des.

Gallaveitsla 15.des kl 19

Kunningarskriv um jólaroyndina 2023

Fundarfrágreiðing frá felagsforeldrafundinum í 9.fl. 23.08.2023

SVL Rennidagur 2023 - fríggjadagin 18. august

Fríggjadagin 18. august verður SVL Rennidagurin 2023

Vit møta kl.8 í flokshølunum í renniklæðum. Kl. 8.30 er morgunsangur og síðani fara vit at hita upp. Umleið kl. 9.15 fara vit at renna, á myndini sæst hvar rennileiðin er. Ein runda er 2,7 km. Ætlanin er at renningin skal vera liðug uml. kl. 10.30 og seinasta freist at byrja nýggja rundu er tí kl. 10.15

Tá ið næmingar eru lidnir fáa teir skreytbløð, har tað sæst, hvussu langt teir hava runnið. Okkurt gott verður eisini at fáa.

Skúladadagurin endar um 11.30 tíðina

2022-2023

Skjal til ynski um starvsvenjingarpláss í viku 35 og 36, 2023

Tímatalva - øðrvísi víka dagarnar 27-31 mars 2023

Íverksetan - virkisvitjanir 14.11.22

Mánadagin 14.nov. skipa vit fyri tveimum virkisvitjanum.

Vit fara at vitja hesar fyritøkurnar:

Klokkan 10:00 – Thetis - https://thetis.fo 

Klokkan 13:00 – Faroe Ship - https://www.faroeship.com 

Tit eru vælkomin at lesa eitt sindur um fyritøkurnar, og fyrireika nakrar spurningar.

Vit síggjast.

Blíðar heilsanir,

  Magni Thomsen
  Virkandi stjóri

  +298 239502

Skúlaárið 2022-2023

Kunningarskriv til foreldur um seturskúlan

Vallærugreinar til 8. flokk 22/23

SAVNA PENING INN TIL UKRAINA

 

Í sambandi við leik- og sangframførsluna hóskvøldið 31. mars kl. 19

fara vit í skúlanum við Løgmannabreyt av savna pening inn til hjálpararbeiðið

í Ukraina.

 

Høvi verður hjá fólki at lata eitt oyra í bússur, sum standa frammi.

 

Stóra takk fyri, at tit vilja hjálpa okkum at hjálpa!

 

Skúlin við Løgmannabreyt

Vælkomin til Disney show í skúlanum við Løgmannabreyt

hóskvøldið 31. mars kl. 19

 

Siðvenja er, at á árliga jólahaldinum í skúlanum við Løgmannabreyt spæla næmingarnir í 6. flokki sjónleik.

Av tí at almennu koronutilmælini vórðu herd stutt fyri jól, varð stórbæra og fjølbroytta jólahaldið, ið vit plaga at hava í skúlanum við sangi, tónleiki, sjónleiki, upplestri og lusiugongu, avlýst.

Men nú eru allar koronuavmarkingar farnar úr gildi, og vit eru farin aftur til ein vanligan skúladag.

Næmingarnir í 6. flokki og sangfuglarnir í øllum hinum flokkunum í skúlanum hava bíðað spentir eftir at sleppa á pall at framføra leikin og sangin, sum tey vandu til jólahaldið.

Og tað sleppa tey nú, tí hóskvøldið 31. mars kl. 19 verður eitt rættiligt Disney show í skúlanum við Løgmannabreyt.

Okkara dugnaligu næmingar og dugnaligu lærarar bjóða øllum áhugaðum at síggja leikbrot um Snjóhvítu, Rapunzel, Tornurósu, Øskufíu og Vakurleikan og Ódjórið.

At knýta leikbrotini saman syngja næmingar í 1. – 9. flokki nakrar vælkendar Disney sangir og enda við einum stórfingnum sangbraki, har skúlans “maestro” syngur saman við stóra felagskórinum.

Veri hjartaliga vælkomin :)

 

Kunning um teldurnar

Góðu tit,

Eftir at hava havt teldur í flokkinum í uml. 4 mánaðir, hava vit fingið fleiri royndir við teimum, bæði góðar og minni góðar.

Teldurnar eru sera hentar at hava í undirvísingini og geva okkum nógvar møguleikar at skipa fyri fjølbroyttari undirvísing. Somuleiðis fáa næmingarnir førleikar í at brúka teldur í skúlahøpi.

Men vit minna á, at teldurnar skulu hvønn dag við í skúla og verða fult løddar. Teldurnar skulu somuleiðis bara brúkast, tá lærarin gevur loyvi til tað - annars skulu tær verða í taskuni; eisini í fríkorterinum. Um næmingur ikki heldur hesar reglur, er álagt lærarum at taka telduna og lata hana á skrivstovu skúlans. Tá kunnu foreldrini heinta telduna eftir skúladagurin er liðugur.

 

Morgunmatur 15. des. 2021

Korona

Næmingar, sum í dag hava havt køk, skulu testa seg áđrenn teir koma aftur í skúla. Og annars at testa seg nóg ofta, í minsta lagi í vikuskiftinum og aftur týsdagin.
    Ongar myndir

Foreldraumboð í 7.fl.: 

- Ata (mamma Ragnar)

- Annbritt (mamma Ronju)

- Elin (mamma Poul)

- Maria (mamma Hugin)

- Annika (mamma Ró T.)

2021/2022

Seturskúli - kunning

Tímatalva fyri støddfrøðivikuna

Jólahugni

Eftir jólaleikin mikudagin 16. desembur, hava vit jólahugna fyri næmingunum inni í flokstovuni.

Hevur onkur møguleikan at gera/baka okkurt av hesum:

-pitsasniglar

-pitssaflute

-pylsubreyð

-køku

tey, ið kunnu, geva Ingibjørg (280332) ella Barbu (280331) boð, sum skjótast.

Vaktartíðir til Børn hjálpa børnum fríggjadagin 27. nov

23/9 - 2020

Góða foreldur!

Samrøðubólkurin fyri børn hvørs foreldur eru farin hvør frá øðrum er í ár fyri næmingar í 5. og 6. flokki. Í hesum sambandi hava Kala Rajani (heilsusysturin) og Sigrid Thomassen (AKT – lærari) verið inni í flokkinum og kunna um hetta. Fyri at tryggja okkum, at tit foreldur eisini fáa høvi at hoyra um hetta tilboð, áðrenn vit byrja nýggja bólkin, hava vit lagt eina kunning niðanfyri. Tilmeldingarfreistin er 30. sept.

Um hetta hevur tykkara áhuga, hevði tað verið deiligt at frætt frá tykkum sum skjótast. 

Vinaliga Kala og Sigrid 

At hava við til morgunmatarborðið fríggjadagin 19. juni

Øll hava hvør sín kopp/glas við.

Blá:
- Breyð ella bollar

Gul:
- Dreingir: breyð ella bollar
- Gentur: Juice

Reyð:
- Viðskeri

Grøn:
- Dreingir: juice
- Gentur: Viðskeri

D'dansk 

Síđa 36-37

Skúlagongdin byrjar aftur - vegleiðing

Ljóðbók - søga

 

snar.fo/folkaskuli/soega-og-samtid/soega-5-ljodbok/ 

Lesibók - søga

ibok.nam.fo/reader/namibog/cloud-reader/kitaboo-reflowable.html#/main/https;%7C%7Cibok.nam.fo%7CContentServer%7Cmvc%7Cpreview%7C47534%7Chtml5%7C47534?readerType=new&pageMode=double&pag 

Skrubb


Góðu foreldur

Vit mugu tíanverri staðfesta, at tað er trupult at sleppa av við skrubb, tí skúlin hevur fingið fráboðan um ein nýggjan tilburð.

Kunning um skrubb

Orsøkin til at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb er, at ein hevur fingið eina skrubbmottu á húðina. Skrubb kemur ikki av vantandi reinføri - øll kunnu fáa skrubb. Skrubb kann fyribyrgjast og lættliga viðgerast.


Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Tað ganga 2-3 vikur frá tí, at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Ein kann smitta í hesum tíðarskeiði.
Tann, sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast tilber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast. 

Meira kunning fæst á hesi leinkjuni hjá Gigni

Sí eisini kunning frá danska heilsustýrinum

9.(11) So sigldi Tróndur Skúvoyarfjør,

skútan bognaði sum ein gjør.

   

10.(16) Sigmundur vaknar úr svøvni brátt:

"Hvør brýtur inn á meg í nátt?"


11.(17) "Hann, sum brýtur tínar dyr,

tað er tann maður, tú háaði fyrr.

   

12.(18) Sigmund helt sítt svørð ímót,

fimm fullu høvur á Tróndar fót.


13.(20) Tróndur hann var til ilsku fús:

"Tit setið nú eld á Sigmunds hús!"

   

14.(21) Sigmundur talar til frænda sín:

"Nú má eg rýma av húsi mín'."

  

15.(23) Sigmunds hústrú stendur við vegg:

"Tú hoyr meg, Tróndur Gøtuskegg.

    

16.(24) Stríðist tú móti konu og børn,

so ert tú grískari enn ein bjørn."

 

English dictation

Prepare "student A" for wednesday 29.01.2020

Jólafilmur

 

Góðu foreldur

 

Mikumorgunin 11. desember kl. 9 fara vit í Norðurlandahúsið í biograf at hyggja at einum hugnaligum jólafilmi.

 

Næmingarnir skulu møta í NLH í seinasta lagi kl. 8.30, men til ber sjálvandi at koma fyrr, tí húsið er opið frá kl. 7.30.

 

Sum tit vita, eru ferðslu- og parkeringsviðurskiftini vánalig kring Norðurlandahúsið, og fyri at umganga ferðsluruðuleiki á Sundsvegnum og á Norðara Ringvegi, fara vit tí inniliga at heita á tykkum foreldur at vísa størsta varsemi, tolsemi og skynsemi, tá tit seta børnini av við NLH.

 

Gott hevði verið, um børnini komu í góðari tíð og ikki rundan um kl. 8, tá ið morgunferðslan er sera nógv. Til ber eisini at brúka bussleiðina.

 

Ein møguleiki er at samskipa bilaflutningin úr Hoyvík oman í NLH. Foreldur ella grannar kunnu t.d. avtala sínámillum at fylla ein bil heldur enn at fara við einum barni í hvørjum bili.

 

Tað ber ikki til at parkera uttan fyri NLH og fylgja barninum inn, men vit, lærarar, taka ímóti næmingunum og vísa teimum inn í NLH.

 

Flokkarnir hava sítt frámerkta økið inni í NLH til taskur, klæði o.t.

 

Filmurin endar uml. kl. 10.45, og vit fara aftur í skúla til vanliga undirvísing.

 

Ikki er loyvt at hava drykkjuvørur, góðgæti o.t. inn við í salin.

 

http://sangtekstir.com/godi-jolamadurin/

Foreldraviðtalur gul og blá - fundarhølið

Til týsdagin 4. Juni

Hava krukku ella posa viđ tingum í

 

Tónleikur og talgildir miðlar - listaleypurin

 

kl.8.00 - Øll møta í Norðurlanda húsinum

kl.9.10 - Generalprøve

kl.10.00 - pause, hvor eleverne sætter deres storyboards op med magneter til udstilling

kl.10.45 - eleverne samles igen til soundcheck

KONSERTEN: 

kl.11.00 - Velkomst ved Claus og Mathias 

kl.11.05 - Interaktivt indslag, hvor alle er med inkl. publikum.

kl.11.10 - Elevernes sange opføres for hinanden

kl.12.00 - senest slut. - - Vit fylgjast niðan á skúlan aftur

Øll hava stóran og góðan matpakka við og ein vatndunk.

Foreldraviðtalur
Góðu foreldur. 

So er aftur tíð til foreldraviðtalur. Hesa ferð fara vit at skipa tær soleiðis, at vit innkalla onkur, og er tað onkur tykkara, ið ynskir viðtalu við okkum, siga tit kontaktlærarinum frá, og tit fáa eina tíð. Tískil kemur einki alment yvirlit út yvir tíðirnar hesa ferð, men tit fáa eina tíð ásetta, tá ið yvirlitið yvir allar næmingarnar, sum skulu á foreldraviðtalu er klárt. Innkalla vit ikki tykkum, og tit ikki seta tykkum í samband við okkum, skilja vit tað sum, at tit ikki ynskja/hava tørv á viðtalu. Viðtalurnar verða seinni í viku 12. Vinarliga sigið okkum frá í seinast lagið mikudagin 13.mars

Vinarliga toymið

Samanumtøka av SSP foreldrafundinum

 

Tað, sum foreldrini hildu hevði størstan týdning av tí, sum tey fingu burturúr fyrilestrinum um at vera tryggur á netinum, var:
-At foreldur upplýsa børnini
-At foreldur fylgja við hvørjum síðum og hvørjum appum børnini eru á
-At foreldur hava login/innritan hjá børnunum (og at brúkarin er til teldupostin hjá foreldrunum)
-At foreldrini eru fyrimyndir
-At foreldrini avmarka/seta reglar fyri tíðina hjá børnunum á netinum

Jólahald 18. december

Havet er skønt 

Vit skulu syngja hendan sangin til jólaleikin.

https://www.letssingit.com/disney-lyrics-havet-er-skønt-pjpk8tr

 

https://www.letssingit.com/disney-lyrics-havet-er-skønt-pjpk8tr

Kontakt lærarar:

 

Barba Jansdóttir tlf.    280331   bj2411k2@skulin.fo

Grøn og reyð

 

Ingibjørg Mohr Arnadóttir  tlf. 280332   ia0502t6@skulin.fo 

Gul og blá

Hugnakvøld 6. nov. 2018

Hey tit!

Hugnakvøld fyri okkara fittu børnum í 4.flokki verður í SvL týsdagin 6.november kl 18 til 21.
Kostnaður 100,-kr at hava við í skúla í seinasta lagi hósdagin 1.november. Tey skulu geva lærarunum Ingibjørg ella Barbu pengarnar.
Tey hava frí dagin eftir, so vónandi ger tað onki, um tað er nokkso seint.
Tey fáa pizza til náttverða og okkurt lekkurt omaná, og so er spæl og hugni fyri rest.
Kunnu tit vinarliga siga frá her, um barn tykkara er við ella ikki.


Vh foreldrabólkurin 


Ps í foreldrabólkinum eru: Anja, Susi, Annbritt, Gunnvá, Annita og Bjørg

Foreldraumboð 2018/2019

Anja
Susi
Annbritt
Gunnvá
Anita
Bjørg

 

Vinarbólkar/spælibólkar

Ársyvirlitið fram til jólar

Árligi gongutúrurin

Fríggjadagin 22. juni 2018 fara vit árliga felags gongutúrin.

Í ár verður felags gongutúrurin oman á Hvítanes, har vit fara at hugna okkum og njóta vøkru náttúruna har er. (Í Havn søgdu vit niðan á Hvítanes.)

Vit møta í skúlanum sum ein vanligan fríggjadag kl. 07.55.

Hetta er ein lættur gongutúrur. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin sær gott út, men havið heit og góð gonguklæðir, ein góðan matpakka og okkurt at drekka við á túrin.

Skúladagurin hjá teimum eldru næmingunum endar, tá vit koma aftur á Løgmannabreyt um 12-tíðina. Næmingarnir í 1., 2. og 3. fl. fara í frítíðarskúla/-tilboð.

Her er eitt sindur av kunning um niðursetubygdina Hvítanes.
Hvítanes
Tað var Pløyen, amtmaður, sum í 1837 gav nøkrum monnum møguleika at gerast niðursetumenn á Hvítanesi og um sama mundið eisini aðrastaðni í landinum. Fólk hevði ikki búð har áður, men í fleiri førum høvdu menn áleiðis av Skálafjørðinum til Havnar sett upp her. Hvítanes er brimpláss, og tí hevur mangan verið trupult at koma á land, m.a. við posti og eftir posti, um so var, at eingin tók ímóti, og júst tað hevur Pløyen helst eisini hugsað um.

Niðursetufólkini fingu fyrst jørðina til leigu og seinri til keyps, og bygdin vaks. Hagi var eingin til bygdina, og í staðin var stórt arbeiði lagt í bøin, sum saman við útróðrinum var teirra livibreyð.

Eftir at vegur kom millum Havnina og Hvítanes, og býurin er vaksin norðureftir við miklari ferð, er nærum samanbygt, og flestu hvítanesfólk arbeiða í Havn. Hvítanes er eisini partur av Tórshavnar kommunu, men hóast tað er Hvítanes enn ein bygd við sínum eyðkennum, sum hvítanesfólk framvegis vilja varðveita.

Morgunsangur

3. flokkur hevur morgunsagin fríggjdagin 1. juni 2018. Í hesum sambandi skulu tey læra seg tekstin til ein sálm og ein sang. Sí leinki niðanfyri:

http://salmabokin.kirkjan.fo/Webinfo/salmabok/salmar.htm sálmur 409

https://www.musixmatch.com/lyrics/Danny-the-Veetos/Farv%C3%A6l

 

 

Rørslufagnaður

Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum Rørslufagnaði 25. mai, og fara vit at luttaka ein part av tiltakinum. Sí nærri kunning her: http://www.folkaheilsa.fo/news-rorslufagnadur.htm

Vit møta kl 7.59 uttan skúlatasku, men havi matpakka og vatndunk við í einari lítlari tasku.

Vit vita ikki, nær vit eru á skúlanum aftur, so vit mæla til, at tit ikki bíleggja matpakka hendan dagin.

 

Sigi frá, um tykkara barn skal til okkurt beint eftir vanliga skúlagongd.

Latið tykkum í eftir veðrinum. 

15.05.2018/broytt 22.05.2018

Ruddingardagur

Vit fara at luttaka á ruddingardegnum hjá Tórshavnar kommunu, sum er settur til at vera 19. mai https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=8304

Veðrið sær út til at vera gott hósdagin 17. mai og minni gott 18. mai, so vit taka støðu til, hvønn dag vit fara, hósmorgunin. 

So hugsi um, hvussu tit eru ílatin teir dagarnar.

 

15.05.2018

Bananmjólk (uml. 4 gløs)

Tilfar: 2 bananir, 2 appelsinir og 4 dl mjólk 

Arbeiðsgongd: Mosa bananirnar í einum bolla. Sker appelsinirnar í helvt, kroyst saftina úr teimum og koyr í bollan. Koyr mjólkina í og píska alt saman. Stoyt í gløs.

Tilber at koyra isterningar í, so verður bananmjólkin deiliga køld. 

Várframsýning og konsert

Næmingarnir skulu møta mánadagin 7/5-2018 kl. 13.30 í námsfrøðiliga deplinum til royndarvenjing. Tað tekur umleið 15 minuttir. Seinnapartin skulu tey møta í seinasta lagi vera á skúlanum 17.30.

Sí annars nærri kunning her: http://www.svl.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=295

 

03.05.2018

 

Umhvørvisveiða 8. mai 2018

"Í sambandi við Umhvørvisvikuna, sum í ár varpar ljós á tilfeingi, er Margarinfabrikkin karmur um Umhvørvisveiðu fyri børnini. Umhvørvisveiðan verður fyriskipað sum ein postarenning nærhendis Margarinfabrikkini við ymiskum spurningum, ið snúgva seg um evnið “Tilfeingi”. Umframt postarenning, fáa børnini suppu og breyð, tá veiðan er av."

 

Latið tykkum í eftir veðrinum, tí vit vera nógv úti í dag.

Vit mæla til ikki at bíleggja matpakka til í dag, tí vit vita ikki, nær vit eru á skúlanum.

Vit møta sum vanligt kl .7.59, og skúlataskan skal við. Havi eisini eina lítla tasku til vatndunk og matpakka.

 

01.05.2018

 

Tilfar til várframsýningina

Í samband við framsýningina, sum verður 7. mai 2018 vilja vit heita á næmingarnar at taka tað við, sum tey hava gjørt í handaverk og list við í skúla. Minnist til at seta navn á tingini.

 

24.04.2018

Foreldraviðtalur várið 2018

Foreldraviðtalurnar fara at byrja mánadagin 9/4-2018 og vera leypandi gjøgnum apríl mánaða. Tit fara at fáa eitt sms ella vit ringja til tykkum nakrar dagar, áðrenn viðtalan verður, nær tit skulu møta. Viðtalan er uttan næmingar.

Toymið í 3. flokki

04-04-2018

Flogbørn

Liðini sum verða mánadagin

Flogbóltslið

Nr. 1
Hákun – Ró H. – Hugin – Anna B. – Brian

 

Nr. 2
Lív – Beinir – Klæmint – Bjarni – Malou

Nr. 3
Jafet – Sigmundur – Sigrid – Emilia – Liam

 

Nr. 4
Brá – Anna M. – Ragnar – Anna C. - Poul

 

Nr. 5
Silrið – Aron – Ró T. – Hjørtur – Jógvan

 

Nr. 6
Bartal – Rúni – Tóra – Julia – Birni                                                                              

 

Nr. 7
Rannvá – Tummas – Gunnar – Daniel Fríði - Elena

 

Nr. 8
Ronja J. – Jákup – Tanja – Jóna – Dánjal J. – Dánial M.

 

Nr. 9
Dagny Maria – Bjarta – Óðin – Nichala – Ronja R.

 

Nr. 10
Pætur – Freya – Jónas – Micah – Bjørk Maria

 

Góðu næmingar og foreldur! 

Hósdagin 1. mars og hósdagin 8. mars fer 5. flokkur at selja toast og kakao í matarsteðginum. Talan er um rugbreyðs toastar. (Møguleiki er at fáa toast uttan ost og eisini er møguleiki at fáa gluten-frían toast.)

Ein toastur kostar 10 kr. Eitt kakao sunkist kostar 5 kr. (Næmingarnir kunnu í mesta lagi keypa eitt sunkist.)

Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til at hjálpa børnum og ungum, ið eru knýtt at barnaheiminum og skúlunum hjá NLAI (New Life Africa International) í Nakuru í Kenja. 

Vit takka hjartaliga:

Mylnuni, ið stuðlar við rugbreyði

Miklagarði, ið stuðlar við skinku og osti.

MBM, ið stuðlar við kakao sunkistum. (Til sølu 1. mars)

Damfar, ið stuðlar við lítlum muffins. (Til sølu 8. mars)

 

Morgunsangur 23/2-2018

3. flokkur skipar fyri morgunsanginum 23/2-2018.

Sálmur, sum tey skulu læra:


1
Harra Guð, títt dýra navn og æra
skal um allan heim í metum vera,
hvør sálin sæla,
hvør tungt má træla,
alt, sum kann mæla,
skal teg umtala
og æra.

2. Guð er Guð, um land alt legðist oyðið,
Guð er Guð, um menniskjan øll doyði,
um ættir fara,
um øldir snara,
blant stjørnuskara
skal ótømd vara
Guðs grøði.

3. Høga høll og lága lon skal víkja,
jørð og himmal skulu bæði svíkja,
hvørt fjall, hvør sýna,
hvør tindur dvína,
men fram skal trína,
sum sólin skína
Guðs rík

Fyrireiking jólahald

Til jólahaldið í ár skal 3. flokkur lesa Jólaevangeliið upp og ganga Santa Lucia.

Tólv næmingar hava ynskt at lesa Jólaevangeliið upp. Tey hava fingið tekstin. Tað er umráðandi, at tey lesa upp á tekstin við jøvnum millumbili. Vit fara eisini at hava venjingar í skúlanum.

Øll skulu læra seg sangin og niðurlagið niðanfyri:

 

Sangur "Santa Lucia"

Køvandi myrk er nátt

Lurta hoyr sangin

Missir tú mál og mátt

Ljós sum av veingjum

Tá inn um duragátt

Stígur á hesi nátt

Santa Lucia, Santa Lucia

 

Náttin er myrk og long

Stilli um tún og garð

Alt liggur deytt og kvirt

Skuggar um djúpan dal

Tá inn um durin vár

Stígur við ljós í hár

Santa Lucia, Santa Lucia

 

 Niðurlag "When you believe"

There can be miracles, when you believe

Though hope is frail, it's hard to kill

Who knows what miracles you can achieve

When you believe

Somehow you will, now you will

You will when you believe 

 

27.11.2017

Jólaskriv - desembur mánaður

Morgunsangur 10/11-17

Vit fara at fortelja um Jerusalem. Tey, sum ynksja tað siga okkurt um Jerusalem til morgunsangin.

Sangur "Mítt land"  http:/sangtekstir.com/mitt-land/

Sálmur : "Nú vakni øll úr svøni glað"  http://sangtekstir.com/nu-vakni-oll-ur-svovni-glad/

Eingin skúlagongd mikudagin 8. november

Í november skipa Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Lærararnir í skúlanum við Løgmannabreyt skulu møta mikudagin 8. november, og hava næmingarnir í skúlanum við Løgmannabreyt tí frí ráðstevnudagin.

Næmingarnir í 1. og 2. flokki kunnu fara í frítíðarskúla henda dagin, tí frítíðarskúlin er opin frá kl. 07.45 til 17.00.

 

20.10.2017

Boð

matpakkin.fo

Minst til at velja rætt flokstrin, tá ið tit bíleggja :-)

 

Bomm

Vit vilja minna á, at vit bjóða ikki bomm í skúlanum, um vit hava føðingadag ella hava verið og ferðast.

 

26.09.2017

Felags foreldrafundur 27/9-2017

Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 27. september 2017 kl. 19.00

Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi mikukvøldið 27. september kl. 19.00

Skráin: 1) Vælkomin
2) Ársfrágreiðing frá skúlastýrinum
3) Fyrilestur
4) Tónleikur

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, heldur fyrilestur við heitinum:

"Miðlar og nýtsla av miðlum í barnaverðini, hvørjar eru avleiðingarnar?"

Ein drekkamuður verður at fáa.

Møtið fjølment!

Skúlastýrið fyri skúlan við Løgmannabreyt

Pengar til heftir og annað

Vit hava hugsað, at allir næmingarnir gjalda kr. 100 til okkum, so vit kunnu sjálvar keypa skrivi- og rokniheftir og mappur, sum tey skulu brúka í skúlanum.

Toymið

5. september 2017

Kontaktpersónar 

Í samaband við at vit eru tríggi flokslærarar í 3. flokki hava

Ása:

Øll í bláa bólki og hesi í grøna bólki: Birni, Bjarta, Emilia, Daniel Fríði og Hjørtur

Katrina:

Øll í gula bólki og hesi í grøna bólki: Jógvan, Liam, Lív og Pætur

Turid:

Øll í reyða bólki og hesi í grøna bólki: Ró Høgnesen, Sigrid, Tanja og Tummas

Orðblindakanning

Næmingar í 3. flokki kannast fyri orðblindi.

Í viku 36 og 37 verða allir næmingar í 3. flokki kannaðir fyri orðblindi.

Kanningin fer fram á tann hátt, at næmingarnir skulu skriva 25 tvætliorð, sum lærarin lesur upp fyri teimum. Næmingarnir, sum so ella so víkja frá norminun, skulu síðan til nærri kanningar.

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við orðblindalærara skúlans Eydnu Vitalis á telefon 280343.

 

24. august 2017

Yvirlit handaverk og list heystið 2017

Útferð til Tjørnuvíkar 14. juni 2017

Morgunsangur 2. juni 2017

Sálmur: Eg veit ein góðan seyðamann

1. Eg veit ein góðan seyðamann,
og fylgi síni elskar hann;
tey teljast í mong túsundtal,
tó røktar hann øll líka væl.

2. Hans hond er sterk og eym hans sál,
hans seyðir kenna væl hans mál,
til skaða hann teir beitir ei,
tí elta tryggir teir hans leið.

3. Tey lomb, ið skjótast burtur frá,
at beina aftur er hans trá,
og finnast tey, við miklum gleim’
á herðunum hann ber tey heim.

4. Um ørn og ravnur koma nær,
hann verjir tey so væl hjá sær;
í neyð hann aldri svíkja vil,
men fegin leggur lívið til.

5. Um oyðimørk sum albeitt lond
tey fáa føði úr hans hond,
tey veiku vermast við hans favn,
og Jesus er hans dýra navn.

6. Tú hirði góði, røkta meg,
og leið meg á tí bratta veg,
sum gongur til ta góðu jørð,
har iglagrasið ikki grør.

7. Av leysum upsum manga stund
tú hjálpti mær á trygga grund,
eg títt í fjøru fastur stóð,
tín hond meg hevjaði frá flóð.

8. Tí prísar tær mín sál so fró
og eltir fegin tína slóð,
á fagurt land tú vísir mær,
har altíð summarsólin sær.

Bókasavnið

Bókasavnið hevur gjørt eitt yvirlit yvir lánarastøðuna hjá næmingunum. Tað vísir seg, at  fleiri næmingar standa skrásettir fyri bøkur, sum burdu verið latnar inn.

Allir næmingarnir lótu allar bøkurnar inn týsdagin 18/4-2017, sum teir høvdu í taskuni, men tó eru fleiri bøkur, sum mangla framvegis at latast inn. Hetta kann vera feilur í skrásetingini, tí vilja vit heita á tykkum um at kanna, um bøkurnar eru heima ella ikki.

Næmingarnir hava fingið tað nýggja yvirlitið við heim í dag, sum vit ynskja at fáa aftur sum skjótast við viðmerking á, um tit hava bøkurnar heima ella ikki, so tað kann rættast.

 

19/4-2014

 

Hvar skal tú arbeiða í støddfrøðisvikuni?

Gulur bólkur

Ingibjørg verður burtur í tíðarskeiðnum frá 2/3 til og við 9/3-2017. Um tað eru boð vegna sjúku, aðra fráveru ella annað, so vinaliga boða frá til ein av hinum kontaktpersónum.

Keyp av skriviheftum

Vit skulu aftur brúka skriviheftir, tí vilja vit heita á allir næmingarnar at hava ein 20 kr. í skúla mánadagin. Vit meta, at tað er lættast fyri allar partar, at vit keypa tey, tí so eru tað tey røttu skriviheftini, sum verða keypt, og tit sleppa frá at fara at leita eftir teimum :-)

 

17.02.2017

Lesing

Vit vilja enn eina ferð minna á týdningin av, at tað verður lisið eitt sindur heima hvønn dag. Lesingin steðgar upp hjá nógvum ella tey gera afturstig, um hon ikki verður hildin við líka. Tað sæst við, at næmingurin gerst ótryggur lesari og lesur seint.

Vit lesa við øllum minst eina ferð um vikuna, tó verður lisið oftari við summum, um mett verður, at tørvur er á tí. Um fleiri øðrvísi tiltøk er á skránni á skúlanum, kann tað henda, at tað ikki verður lisið ta vikuna í skúlanum. Flestu næmingar velja sjálvir nýggjar bøkur. Tað vil siga, um teir hava lisið alla bókina og gjørt krabbauppgávu ella bókaumælið, lata teir bókina inn.

Grundað á, at vit lesa við næmingunum eina ferð um vikuna, hevði tað verið gott, um tit kundu mint barnið á at læna sær nýggjar bøkur, um tað hevur havt onkrar bøkur leingi, so tað ikki situr ov leingi við teimum somu bókunum, og um tit halda, at barnið hevur lænt sær bøkur, sum sýnast at vera ov torførar, so tað ikki missir motivatiónina.

23. januar 2017

 

Innbjóðing til jólasølukafé tann 02.12.2016

Evnisvika

Evnið í ár er Gamla Havnin.

Vit fara at gera nakrar túrar í vikuni, tí er tað gott, um næmingarnir hava eina lítla tasku við hvønn dag til matpakkan, um vit skulu eta hann niðri í býnum.

Barnið má vera í hóskandi klæðum og hava skiftiklæði á skúlanum.

Skúlataskan skal við hvønn dag, tó er ikki neyðugt at hava bókina "Hervør, Høgni og hini".

Nýggjur lærari

Boðast skal frá, at av heilsuávum er Barba farin í barsilsfarloyvi eitt sindur fyrr enn ætlað. Barba verður i farloyvi restina av skúlaárinum 2016/2017.

Evy Olsen fer at røkja starvið hjá Barbru, meðan hon er í farloyvi.

Evy verður kontaktpersónur hjá teimum næmingunum, sum Barba var kontaktpersónur hjá.

 

29. august 2016

Árligi gongutúrurin

Fríggjadagin 17. juni 2016 fara vit árliga gongutúrin.

Fríggjadagin fara næmingar og lærarar skúlans árliga felags gongutúrin, sum í ár verður í Hoyvíkshagan. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin er góð, turt veður, sólglottar og ongin vindur.

Vit fara til gongu frá skúlanum um 9-tíðina. Gingið verður fram við ánni í Villingadal, har vit hvíla okkum við drekkivatnsbrunnin. Har er útsýni frítt og vakurt oman yvir hús og grannalag við skúlan og eystur og suður í hav. Víðari ganga vit eftir brúnni norður til fransatoftirnir í Tjúkkurð. Har eta vit matpakkan og ganga síðani heim aftur í skúlan.

Hetta er ein miðallættur gongutúrur. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin er sum sagt góð, men havið heit og góð gonguklæðir, ein góðan matpakka og okkurt at drekka við á túrin.

Skúladagurin hjá teimum eldru næmingunum endar, tá vit koma aftur á Løgmannabreyt um middagsleitið. Næmingarnir í 1. og 2. fl. fara í frítíðarskúla sum ein vanligan fríggjadag.

Vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan túr.

 

 

Gloymd klæði

Gloymd klæði liggja frammi til fríggjadagin 24. juli 2016

Hetta er tíðin, tá ið vit rudda upp í klæðum, ið eru gloymd eftir í skúlanum, og sum altíð, so er tí verri væl av klæðum, sum hópa seg upp - alt frá svimjibuksum og ítróttaklæðum til troyggjur og jakkar.

Klæðini liggja á borðtennisborðinum í kantinuni til fríggjadagin 24. juli 2016. Gott hevði verið, um tit, ið sakna okkurt klædnaplagg, koma í skúlan at hyggja.

Ikki heintað klæði, verða latin góðgerandi felagsskapi at gera gott við.

Blíðar heilsanir

Skúlin við Løgmannabreyt

Útferð 2. juni 2016

Bøkur og lesing

 Lesing

Royni at lesa hvønn dag heima, tí vit hoyra so væl, tá tað ikki verður lisið hvønn dag. Av tí vit hava ymisk tiltøk í skúlanum fyri tíðina, verður tað ikki lisið eins nógv í skúlanum, sum vit eru von við. Vit vilja eisini minna tykkum á at skriva í lesikortið.

 Bøkur

Vit vilja enn eina ferð minna tykkum á, at allar bøkur, sum liggja í taskuni skulu við í skúla hvønn dag, tí tað kemur alt ov ofta fyri, at næmingar mangla bøkur.

 

25.05.2016

 Morgunsangur 3. juni 2016

Vit fara at leggja fram um listarmannin Oggi Lamhauge. Nakrir av næmingunum havi ynskt at leggja fram. Tey fáa tekstin heim við mikudagin, so kunnu teir lesa upp á heima.

Vit fara eisini at syngja ein sálmin, Nú skínur sólin bjarta og ein sangin, Mín Gud er stórur. Leinkja til sálmin og sangin eru her:

http://sangtekstir.com/nu-skinur-solin-bjarta-og-gyllir-fjoll-og-lid/

http://snar.fo/fileadmin/05_bokavising/Kristni_5/Kristni5-Laerarabok/files/assets/seo/page139.html

 Tit eru vælkomin at læra tykkum heima :-)

 24.05.2016

 Umhvørvisveiða

Fríggjadagin 13.05.2016 fara við á Umhvørvisveiðu, tí er tað umráðandi, at børnini eru ílatin eftir veðrinum, tí vit vera úti meginpartin av degnum. Tey skulu hava eina lítla tasku við, sum tey kunnu hava lítla og stóra matpakka í, umframt vatndunkin. Tað er eisini umráðandi, at tey hava skiftiklæði á skúlanum, um tað verður neyðugt at skifta, tá vit koma á skúlan aftur.

Soleiðis verður skrivað um Umhvørvisveiðuna 2016:

"Aftur í ár er Margarinfabrikkin partur av Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu, og í hesum sambandi vilja vit fegin bjóða tykkum á Umhvørvisveiðu.

Umhvørvisveiðan er ætla børnum 5 ár til 5. Flokk.

Í ár er evnið veðurlagsbroytingar. Slagorðið er Orkar tú – minka um títt C02 !

Umhvørvisveiðan er skipa á tann hátt, at tit møta í Margarinfabrikkini, og har fáa tit ein faldara við einum korti og ymiskum uppgávum í. Síðani fara tit á postaveiðu.

Tá tit koma aftur í Margarinfabrikkina fara børnini at planta uttanfyri, hetta fáa tey heim við. Og at enda verða tit boðin innar at fáa tykkum bollar og kaka.

Endamálið við Umhvørvisveiðuni er m.a. at børnini og tey vaksnu, sum eru við, gerast tilvitað um okkara leiklut og ávirkan á náttúruna. Ein partur er upplýsandi, men stuttligt hevði verið, um børnini og tey vaksnu kundu fingið nøkur áhugaverd prát við á vegnum."

8. mai 2016

Ævintýrheimur

Hósdagin 12.05.2016 fara við at vitja "Ævintýrheimur", har skúlin við Løgmannabreyt fer at hava framførslu, dans og ævintýr klokkan 10-11. Í hesum sambandi hava vit gjørt bátar úr endurnýtslutilfari, sí myndir í myndasavninum, sum fara at vera í tjørnunum í viðarlundini alla vikuna.

Tað umráðandi, at børnini eru ílatin eftir veðrinum, tí vit vera úti meginpartin av degnum. Tey skulu hava eina lítla tasku við, sum tey kunnu hava lítla og stóra matpakka í, umframt vatndunkin. Tað er eisini umráðandi, at tey hava skiftiklæði á skúlanum, um tað verður neyðugt at skifta, tá vit koma á skúlan aftur.

Skúlataskan skal við í skúla.

 8. mai 2016

Tómar fløskur

Tey, sum eiga tómar fløskur, td. Sopa ella saftfløskur (við proppi), eru vælkomin at vaska fløskurnar og taka tær við í skúla.

Um tit kunnu samla tómar fløskur til 20. mai og taka tær við í skúla tá, so hevði tað verið óført.

 

4. mai 2016

 

 

Bøkur

Tað kemur ofta fyri, at næmingar mangla at hava bøkur við í skúlan, serliga arbeiðsbøkurnar, og er tað sera óheppið. Vit vilja tí heita á tykkum at syrgja fyri, at barn tykkara altíð hevur allar bøkurnar við í skúla.

Áðrenn páskafrítíðina fingu næmingarnir arbeiðsbøkur og lesikort heim við, sum ikki verða brúkt í skúlanum longur, tí vilja vit eisini heita á tykkum at taka fylgjandi bøkur úr taskuni hjá tykkara barni, um tað ikki er gjørt:

  • Súlan - arbeiðsbók 2
  • Firvaldsbók 1/2, alt eftir, hvussu langt tey eru komin í hesum bókunum.
  • Rokning - 1 a-b uppgávubók
  • Rokning 1c/2a - grundbók
  • Krabbauppgávur, sum ikki liggja í mappuni
  • Lesikort, sum eru full.

30. mars 2016

Foreldraviðtalur blá og gul

Keypa skriviheftir

Í sambandi við at vit eru farin at skriva fyrisøgn, vilja vit heita á tykkum um at keypa 2 skriviheftir til í seinast lagi týsdagin 1. mars 2016.

Mynd er løgd her, so tit síggja hvat heftir vit mæla tykkum til at keypa. Tað skulu vera 4 linjur.

Tíðir til viðtalur hjá reyða og grøna bólki

Boð frá frítíðarskúlanum 3/2-2016

Enn eru tað nøkur foreldur hjá børnum í 1. flokki í frítíðarskúlanum, sum ikki eru á facebook bólkinum hjá frítíðarskúlanum: "frítíðarskúlin við Løgmannabreyt 1 fl. 15/16. Hesin bólkur er bert ætlaður til boð og kunning frá okkum í frítíðarskúlanum til tykkum :-) so gott hevði verið um tit komu uppí hendan bólkin :-)

Vinarbólkar 2016 - 1.flokkur

Krabbabøkur

Fleiri lesa krabbabøkur og um stutta tíð lesa øll í krabbabókum. 

Endamálið við krabbabókunum er: 

1. at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa
2. at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa
3. at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa
4. at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa.

 

 Til flest allar krabbabøkur eru gjørdar uppgávur, sum verða loystar, tá bókin er lisin. Endamálið við uppgávunum er at hjálpa næminginum at skilja tekstin.

Tá næmingarnir byrja at lesa krabbabøkur fáa teir eina mappu við øllum uppgávunum, sum eru til tann litin, sum tey lesa. Fremst í mappuni liggur eitt fyrilit yvir allar krabbabøkurnar til ein ávísan lit, sum vísir, nær tey hava fingið bókina útflýggjaða, nær hon er liðugt lisin, og nær uppgávan er liðug.

Tá næmingurin ger eina uppgávur til eina krabbabók, telur tað við sum lesing, tí er tað umráðandi, at tað eisini verður skrivað í lesikortið.

Næmingarnir koma at hava fleiri bøkur samstundis, so tey hava okkurt at skifta í millum at lesa. Tá lærararnir meta, at næmingurin megnar at lesa bókina og uppgávan er gjørd, verður bókin latin innaftur.

 

04.01.2016

 

Boð frá frítíðarskúlanum

Vit vilja minna tykkum á jólahugnan hjá FTS mikudagin, sí heimasíðuna.

Skúlagongdin í desembur 2015

Sangir til jólahaldið

Vit syngja hvønn dag í desembur 2 sangir, sum vit skulu duga til jólahaldið tann 16.desembur.

 

Love is an open door

Let it go

 

Støddfrøði

Um børnini sita og spæla á teldu ella ipad heima, hevði tað verið ynskiligt um tey spældu spøl sum hoyra til roknibøkurnar.

Tað er nógv og spennandi spøl, og so læra tey eisini samstundis :)

 

Rokning 1a

Rokning 1b

Rokning 1c

Rokning 1d

Skúlataska og bøkur

Góðu foreldur

Vit hava í dag tømt og gjøgnumgingið allar skúlataskurnar :-) Um tykkara barn hevur nakrar skúlabøkur heima, vilja vit heita á tykkum at geva tí bøkurnar við í skúla í morgin, so vit kunnu siga teimum, um bókin skal vera í taskuni ella skal í skuffuna í skúlanum.

Framyvir skulu altíð allar bøkurnar, sum barn tykkara hevur í taskuni við í skúla aftur, tí tað kemur fyri, at næmingar mangla bøkur, tí foreldrini hava í bestu meining ruddað skúlataskuna.

Vit fara at gera okkum størri ómak at siga næmingunum greitt, hvørjar bøkur skulu heim við og ikki.

 

24.11.2015

Boð 20. november

Øll hava fingið eina nýggja roknibók afturat. Hon eigur Uppgávubók 1 a-b. Hana kunnu tey rokna í, tá tey ynskja, tó er neyðugt at halda seg til minsta mark í Rokning 1c.

Gott um øll hava innskógvar, nú tá tað er kavi, tí gólvið í gongini er ofta sera vátt. Ella mugu tey hava nokk av sokkum í skúlanum. Eisini umráðandi við góðum útiklæðum og at hava skiftiklæðir í skúlanum.

Foreldrabólkurin skipar fyri hugnakvøldið

Ráðstevna um happing

Nú fáa næmingarnir aftur frí.
Í samband við at Mentamálaráðið skipar fyri ráðstevnu um happing, fáa allir næmingar frí fríggjadagin 13. november 2015.

Næmingar í 1. og 2. flokki kunnu fara í frítíðarskúla frá klokkan 8.00

Myndatøka og foreldrafundur

1.flokkur tekur mynd hósdagin kl 8.00,sí skriv í postmappuni. Tit mugu lata seðilin inn aftur mánadagin19.okt

Felags foreldrafundur hjá 1.flokki. Sí skriv í postmappuni. Umráðandi at øll børn eru umboðaði.

Foreldraviðtalur verða eisini beint eftir heystfrítíðina

Foreldraviðtalur

Tá tit hava tosa við okkum lærarar í maks 15.min fara tit beinleiðis at práta við starvsfólkini í frítíðarskúlanum. So tit nýtast ikki at koma ein annan dag til foreldraviðtalur hjá frítíðarskúlanum. Tí hava tey foreldraviðtalu sama dag, fyri at lætta um hjá tykkum.

Tit síggja yvirlitið fyri hvønn dag, eisini á boðklivanum.

Boð frá frítíðarskúlanum

Vit hava gjørt ein afturlatnan facebook bólk, sum best er til foreldur at børnum í 1.flokki.

Bólkurin er ætlaður til boð og kunning frá okkum í frítíðarskúlanum til tykkum. Í hesum sambandi vilja vit biðja tykkum um at fara inn á facebook og biðja um at gerast limur í bólkinum Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt -1.fl 15/16.

1. oktober 2015

Felagsforeldrafundur - Talgildur demensur

Mikukvøldið 7. oktobur klokkan 19.00 verður fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt við heitinum Talgildur demensur. Okkara samfelag er innrættað á ein hátt, har heilin undirpresterar, tí talgildu miðlarnir gera arbeiðið fyri okkum. Vit minnast ikki longur telefonnummar, ella teir ymisku fundirnir, vit skulu á, ella hvussu vit koyra frá einum staði til annað. Hetta ger fartelefonin ella gps’arin fyri okkum. Í skúlanum er mann langt síðani farin frá at læra ting uttanat. Fyrr segði mann, at hetta var fantastiskt fyri heilan, tí so hevði hann yvirskot at gera okkurt annað. Í dag veit mann tó, at heilin virkar júst á mótsætta hátt, nevniliga meiri hann veit, meiri lærir hann eisini.

Talgildu miðlarnir elva til, at heilanum ikki nýtist at arbeiða eins nógv og fyrr, og hetta elvir aftur til, at minnið versnar. Nervakyknur fara til grundar, og nýggjar kyknur hava ikki gróðrarlíkindi, tí tær ikki verða nýttar. Innlæringarevnini hjá børnum og ungum versna munandi gjøgnum talgildu miðlarnar. Fylgirnar eru trupulleikar at hugsavna seg, innlæringartrupulleikar, ótti, svøvntrupulleikar, fiti og tunglyndi.

Á fyrilestrinum verður m.a. granskingin hjá týska heilagranskaranum, Manfred Spitzer, løgd fram, og mælt verður til, at foreldur avmarka skermtíðina hjá børnum fyri at fyribyrgja hugtakinum talgildur demensur.

Tað er Gitte Klein, sum heldur fyrilesturin. Gitte Klein er lærari og MA í positivari sálarfrøði, eins og hon lesur Sálarfrøði við Lærda Háskúlan í Aarhus,

Øll eru vælkomin

30. september 2015

Fríggjadagain 25. september hava vit ætlanir um at fara til tiltøk, sum verða á "Vísindavøkuni" í Inova á Hoyvíksvegnum.

Soleiðis stendur á heima síðuni hjá Granskingarráðnum : "Nógv spennandi tiltøk verða til allar sansir. Framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni, spurnakappingar og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking. Lærarar og næmingar úr Studentaskúlanum í Hoydølum fara at gera ymsar royndir fyri børn og ung í einum telti uttanfyri."

Vit fara oman við bussinum 8.46, so tað er umráðandi, at øll eru komin á skúlan í seinasta lagi 8.30, um einki annað er avtalað. Vit verða aftur á skúlanum, soleiðis at næmingarnir fara í frítíðarskúla, sum vanligt 11.20.

Tað er ikki neyðugt at hava skúlatasku við hendan dagin, men tey mugu hava ein tasku til lítla matpakka og vatndunk. Stóri matpakki verður eftir á skúlanum.

Ynskiligt er, at øll hava ein endurskinsvest við í skúla hendan dagin.

17. september 2015.

Kunning í sambandi við lesing

Í dag hava allir næmingar fingið eina lesibók og eitt lesikort heim við.

Lesibók:
Mælt verður til, at barnið lesur heima 10 minuttir um dagin í lesibókini, sum tey hava heim við. Í dag hava allir næmingarnir fingið somu bók, men hetta verður ikki framyvir, tí hvør næmingur fer at lesa sum einstaklingur.

Vit miða ímóti, at næmingarnir lesa minst 3 ferð um vikuna í skúlanum fyri okkum. Um tykkara barn, hevur havt eina bók leingi av onkrari orsøk, er tað umráðandi, at tit siga okkum frá, so barnið kann fáa eina nýggja bók. Tey skulu lesa somu bók í minst lagi 3 ferðir, um mett verður, at tey megna at lesa hana, fær tað eina nýggja bók.

Lesikortið:
Tað hevur stóran týdning, at tað, sum barnið lesur heima og í skúlanum verður skrivað í lesikortið, so vit (lærara og foreldur) vita, hvat barnið hevur lisið. Dømi: S.4-8 2 ferð.

Sum tíðin líður kann tað koma fyri, at næmingurin fær skúlating skriva í lesikortið, um tað er okkurt vit meta, at næmingurin skal venja. Tað telur, so við í teir 10 minuttirnir teir skulu lesa heima.

Lesikortið SKAL altíð liggja í bókini.

9. september 2015