19/8 - 2022
Góðu foreldur!
Skúladagurin
Vit møta í morgin kl.8 :)
Næmingarnir skulu hava roknibókina og firvaldsbókina við. Harumframt skulu næmingarnir hvønn dag hava tveir matpakkar við. Ein lítlan til kl.9.15 og ein stóran til kl.11.15.
Fríkorterið er kl. 9.30 - 9.50. Vit eru so at siga altíð úti í fríkorterinum. Tað er tí umráðandi, at næmingarnir hava klæðir við, ið kunnu halda tey turr og heit :) Umráðandi er eisini at hava eyka klæðir við.
Klokkan 11.20 kemur frítíðarskúlin inn at taka yvir. Børnini eru tá í gongd við at eta stóra matpakkan. Tá ið tey eru liðug at eta, fara tey inn í frítíðarskúlan.
Kontaktlærarar
Vit eru 3 flokslærarar: Guðrun Jacobsen (280348), Sigrid av Reyni Thomassen (280315) og Ása í Jákupsstovu (280319)
Guðrun er kontaktlærarari hjá grøna bólki, Sigrid hjá reyða bólki og Ása hjá bláa bólki. (Sí bólkarnir undir 'Ymiskt') Fram til 5. september kunnu foreldrini at børnum í grøna bólki venda sær til Sigrid. Tit eru altíð vælkomin at ringja ella skriva, um okkurt er. :)
Sendið vinaliga eini sms-boð, um barn tykkara ikki kemur í skúla vegna sjúku ella annað.
Næmingarnir kunnu hava telefon við, men hon skal liggja sløkt í taskuni. Vit ringja til tykkara, um nakað er áfatt :)
Vinaliga
Toymið