25/3 - 2020
Góðu foreldur!
Næmingarnir hava nú longu verið heima í nærum tvær vikur, og kundu vit tí hugsað okkum, at teir komu ein túr í skúlan í morgin at læna sær nakrar nýggjar frílesingarbøkur og samstundis at fáa annað tilfar, umframt at fáa sína Office kotu, ið gevur teimum møguleika at fara inn á netið at venja nakrar landsroyndir.
Til tess at minka um smittuvandan, verða næmingarnir býttir í 8 bólkar, ið koma í skúlan uppá skift. Næmingarnir skulu hava ein posa við, har teir leggja sær tilfarið og kotuna, ið vit hava lagt fram, og nýggju frílesingarbøkurnar, bæði føroyskar og danskar. Tey, ið duga væl enskt, kunnu eisini læna sær eina enska frílesingarbók.
Næmingarnir koma í bólkunum, ið tit síggja niðanfyri. Tosið endiliga við tey áðrenn, um at tey ikki mugu koma ov nær hvør øðrum. Tey skulu nýta inngongdina við kantinuna. Tilfarið liggur á borðunum í kantinuni og navn stendur á. Ein av lærarunum tekur ímóti teimum á bókasavninum.
Sigið endiliga kontaktlæraranum frá, um tit eru í sóttarhaldi, ella um børnini av aðrari orsøk ikki fáa komið.
Vinaliga
Toymið :)
(Gul, Rói: 280313)
13.00 Vilhelm, Silas, Mannbjørn, Rókur J., Lukas og Nóa T.
13.20 Bárður, Tístram, Davina, Bjørt, Hildur og Durita.
(Grøn, Guðrun: 280348)
13.40 Elias, Hávarður, Max Aron, Boas, Heini og Lucas.
14.00 Poul Erik, Andrias, Hansina, Unnur, Angela og Karin.
(Blá, Ása: 280319)
14.20 Ørvur, Hóri D., Markus, Andras, Jónas Rói og Rókur B.
14.40 Nóa H., Petur, Mirjam, Ida, Maria og Lilja H.
(Reyð, Sigrid: 280315)
15.00 Niclas, Poul Andreas, Hóri B., Jónas, Janus og Jóannes.
15.20 Tummas, Tórunn, Silja, Fríða, Døgg og Lilja D.