Fyrisøgn 5
Skiftið frá barnalívi til ungdómslívið er ein týðandi yvirgongd í lívinum. Hetta er somuleiðs ein tíð, har vinir og tey, tú ert saman við, hava størri týdning enn foreldrini. Í fyribyrgjandi arbeiðinum skal arbeiðast miðvíst við at fremja hugburðin um tað góða lívið. At ein og hvør hevur ábyrgd fyri egnum gerðum. Ein týðandi táttur er fatanin av sosiala lívinum og upplivingar, ið javnaldrarnir halda vera rættar.
Tryggari Internet Dagur er ein altjóða dagur, ið hevur sum endamál at seta sjóneykuna á at gera internetið tryggari og fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung á netinum. Í dag eru áleið 200 lond kring heimin við í tiltakinum, og tað er ymiskt, hvussu øll londini velja at skipa fyri hesum í sínum landi.Tryggari Internet Dagur í Føroyum kann fyrst og fremst skiljast sum eitt fyribyrgjandi tiltak fyri allar næmingar í hádeild, sum fær hesi ungu at hugsa um týdningin av at ansa eftir sær sjálvum og øðrum á netinum á ymsan hátt.