Sniðgeving

Nøkur orð um sniðgeving sum vallærugrein.

Tað, sum vit fara at arbeiða við í sniðgeving komandi ár, verður eitt sindur lagað eftir, hvat      næmingarnir sjálvir ynskja og mest hava áhuga at arbeiða við. 

Vit  læra at leggja arbeiðið til rættis, at arbeiða sjálvstøðugt, vera áhaldandi og gera okkum ómak. Eisini verður lagdur dentur á at eftirmeta arbeiðsgongdina.

Øll fáa eina logbók, sum eisini er til hugskot og skitsur.

•         Vit fara at brúka seymimaskinuna nógv. Vit kunnu t.d. seyma okkara egnu T-blusu, og seta             persónligan dám á hana

•         Vit fara at seyma taskur, pungar, pútur og mangt annað - kanska eisini úr brúktum klæðum

•         Eisini læra vit at hekla og binda troyggur ella smáar brúkslutir

•         Vit læra at prenta og dekorera toy við toymáling og at teldupretna á toy

•         Vit fara at læra at brúka egin og keypt mynstur

Her er einki mark, vit finna út av hvat er frammi í tíðini og hvørji ynski eru, og ikki at gloyma, so hava vit tað eisini hugnaligt saman.

        

          Vinarliga   Annika