Boðklivi

Morgunmatur fríggjadagin 22. mars 2024

Blá:
- Breyð ella bollar (skorið)

Gul:
- Dreingir: breyð ella bollar (skorið)
- Gentur: 2 pk. Juice

Reyð:
- Viðskeri (ost, sjokolátu osfr.)

Grøn:
- Dreingir: 2 pk juice
- Gentur: Viðskeri  (ost, sjokolátu osfr.)

Útferð til Sandavágs 7. juni

Gudstænasta í Hoyvíkarkirkju

Siðvenja er, at vit fara í kirkju ein av seinastu døgunum fyri jól. Men vit vórðu send í jólafrí í úrtíð og vóru tí ikki til jólagudstænastu í Hoyvíkar kirkju.

Seinastu tvey árini hava verið merkt av koronatilmælum, og nú er tað kríggið í Ukraina, ið ger børnini óttafull, tí skipar skúlin saman við Bergtóri, presti fyri einari gudstænastu, ið skal bera brá av friði, tolsemi, semju og vón.

Disney show í skúlanum við Løgmannabreyt

Siðvenja er, at á árliga jólahaldinum í skúlanum við Løgmannabreyt spæla næmingarnir í 6. flokki sjónleik. 

 

Av tí at almennu koronutilmælini vórðu herd stutt fyri jól, varð stórbæra og fjølbroytta jólahaldið, ið vit plaga at hava í skúlanum við sangi, tónleiki, sjónleiki, upplestri og lusiugongu, avlýst. 

 

Men nú eru allar koronuavmarkingar farnar úr gildi, og vit eru farin aftur til ein vanligan skúladag. 

 

Næmingarnir í 6. flokki og sangfuglarnir í øllum hinum flokkunum í skúlanum hava bíðað spentir eftir at sleppa á pall at framføra leikin og sangin, sum tey vandu til jólahaldið. 

 

Og tað sleppa tey nú, tí hóskvøldið 31. mars kl. 19 verður eitt rættiligt Disney show í skúlanum við Løgmannabreyt. 

 

Okkara dugnaligu næmingar og dugnaligu lærarar bjóða øllum áhugaðum at síggja leikbrot um Snjóhvítu, Rapunzel, Tornurósu, Øskufíu og Vakurleikan og Ódjórið. 

 

At knýta leikbrotini saman syngja næmingar í 1. – 9. flokki nakrar vælkendar Disney sangir og enda við einum stórfingnum sangbraki, har skúlans “maestro” syngur saman við stóra felagskórinum. 

 

Veri hjartaliga vælkomin ☺ 

Hugnakvøld mánakvøldið 4. apríl

Korona 4.novemur 2021

Bođ frá landslæknanum:

Í samráð við landslæknan skulu allir næmingar í 4. fl. sum skjótast lata seg kanna, og ikki koma í skúla fyrr enn teir hava fingið negativt svar.
Vegleiðingin, sum skúlin hevur fingið, sigur, at næmingarnir skulu kannast aftur í vikuskiftinum og aftur týsdagin 9.novembur

Føđingardagar

Blá og reyđ eru saman

Gul og grøn eru saman

(vit skifta hvørt ár)

Korona

Bođ frá landslæknanum:

Í samráð við landslæknan skulu allir næmingar í 4. fl. sum skjótast lata seg kanna, og ikki koma í skúla fyrr enn teir hava fingið svar.
Vegleiðingin, sum skúlin hevur fingið, sigur, at næmingarnir skulu kannast aftur mánadagin 25. oktobur ella týsdag 26.oktobur.
Næmingarnir skulu eisini verða varnir í frítíđini
    Ongar myndir

Foreldra umboð

Arndis - Maria H.

Lisa - Lea

Jóanes - Niklas

Sebastian - Fríða Adela

Mirjam - Rebekka T.

Gummibátatúr Myllutjørn

Vit fara at hugna okkum niðri við Myllutjørn.

Møtast við Myllutjørn kl. 7.50. Ein lærari er har frá kl 7.50. Øll skulu vera har í seinasta lagi 8.15.

Havi matpakka og vatndunk við í lítlari tasku. Havi skiftiklæðir við, um tit vænta at fáa brúk fyri tí. Ongin skúlataska skal við.

Tey, sum eiga gummibát, eru vælkomin at hava teir við.

Um verkfall framvegis er fríggjadagin, so tey kunnu avheintast 11.20 við Myllutjørn. Annars ganga tey sjálvi heim. 

Um onkur kann halda fram at vera við gummibáti eftir kl 11.20, vilja vit hava boð um tað frá avvarðandi. Um vit ikki fáa boð um tað, syrgja vit fyri, at tey eru øll farin av økinum, áðrenn lærararnir fara heim.

14. juli 2021

 

Kunning lummalyktakvøldið 27/1

Fyrireiking jólahald

Vit eru byrjað at fyrireika til jólahaldið í ár, men vit vita einki enn, hvussu tað verður skipað.

Til jólahaldið skal 3. flokkur lesa Jólaevangeliið upp og ganga Santa Lucia.

Vit hava spurt í dag, hvørji næmingar ynskja at lesa upp/siga Jólaevangeliið. Tey skulu hugsa seg um, um tey tora at stands framman fyri nógvum fólkum.

Vit spyrja seinni í vikuni, hvør vil. Tá vit vita, hvussu nógv vilja, verður teksturin deildur millum tey. Tey fáa so tekstin heim við, og tað er umráðandi, at tey lesa upp á tekstin við jøvnum millumbili. Best er, um tey duga at siga tekstin uttanat. Vit fara eisini at hava venjingar í skúlanum.

Øll skulu læra seg sangin niðanfyri. Tey hava eisini fingið papír heim við. 

Teksturin til felagssangin kemur seinni.

 

Sangur "Santa Lucia"

Køvandi myrk er nátt

Lurta hoyr sangin

Missir tú mál og mátt

Ljós sum av veingjum

Tá inn um duragátt

Stígur á hesi nátt

Santa Lucia, Santa Lucia

 

Náttin er myrk og long

Stilli um tún og garð

Alt liggur deytt og kvirt

Skuggar um djúpan dal

Tá inn um durin vár

Stígur við ljós í hár

Santa Lucia, Santa Lucia

 

16. november 2020

 

Foreldrafundur 14/9-20

verður frá 17-18 í Námsfrøðiliga deplinum, so vit kunnu halda tey alemennu tilmælini viðv. Covid-19.

Brúki inngongdina við Karlamagnusarbreyt.

Á skránni verður ymisk kunning, støðan takast um, hvussu føðingardagarnir verð hildnir, og foreldraumboð til trivnaðarbólkin hjá flokkinum verða vald.


Vónandi hava allir næmingar foreldur á fundinum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Ása, Evy, Rúni og Turid

 

11.09.2020

Orðblindakanning

Næmingar í 3. flokki kannast fyri orðblindi. 

Í viku 39 og 41 verða allir næmingar í 3. flokki kannaðir fyri orðblindi(DVO- sreening). 

Kanningin fer fram á tann hátt, at næmingarnir skulu skriva 25 tvætliorð, sum lærarin lesur upp fyri teimum. Næmingarnir, sum so ella so víkja frá norminum, skulu síðan til nærri kanningar. Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við orðblindalærara skúlans Eydnu Vitalis á telefon 280343

Skúlamjólk

Ymisk kunning til 11. mai 2020

Møta 7.50 til 8.14

Frá í dag av møta næmingarnir í seinasta lagi 8.14, tí undirvísingin byrjar 8.15.

 

Tilmælið viðvíkjandi uppmøting broytt

Allir næmingar skulu helst møta. Í teimum førum, har serligar umstøður gera seg galdandi hjá næmingum ella avvarðandi, skal skúlin fáa fráboðan frá foreldrunum.

 

Skriviundirlag A4 stødd

Tað er nokk so ringt at skriva úti, um mann einki hevur undir, tí hevði tað verið gott, um øll hava eitt skriviundirlag við í skúla. Tað kann eitt nú vera eitt skeribretti, træpláta ella okkurt annað hart og tvær klemmur ella lastik, sum kann halda papírnum fast.

 

"Rokning - uppgávubók 2"

"Rokning - uppgávubók 2" verður ikki útflyggja til fleiri, tí tey náa ikki at blíva liðug við bókina áðrenn summarfrítíðina. Tey fáa onnur heftir.

Bókin er ein eyka bók, sum ikki er neyðugt at náa. Avritsheftini líkjast bókini.

 

Bøkur

Tað eru fleiri, sum ikki hava allar arbeðsbøkurnar við í skúla, vinarliga kanni, um tær liggja heima. Hósdagin vóru tað fleiri, sum manglaðu "Fyrisagnarhefti" og skriviheftið (lilla).

 

Pennahús

Kanni pennahúsið hjá tínum barnið. Fleiri mangla blýantar, litblýantar, viskileður og linjál.

 

07.05.2020

Skifta flokshølir

Í samband við at umvælingar í innskúlingini eru lidnar, fara vit í 2. flokki at húsast í stovunum hjá 2. og 3. flokki. Frá mánadegnum 4/5-20 brúka næmingarnir ta vanlingu inngongdina í innskúlingini. Tá tey koma í skúla skulu tey fara beinleiðis inn í “sína” stovu. Foreldur sleppa framvegis ikki við inn í skúlan. Vit lærarar taka í móti tykkum í gongini, har tit fáa nærri vegleiðing.


Nýggja tilmælið er nú, at øll skulu helst í skúla, men vit halda fram við at vera í bólkum. Tey, sum hava verið í skúla, halda fram í sínum bólki. Hini, sum ikki hava verið í skúla, verða býtt í verandi bólkar.

 
Sí viðheftu mynd av bólkunum, hvør eru í hvørjum flokshølið.

 
Skúladagurin heldur fram við at vera frá 8-12, og næmingarnir kunnu møta millum 7.50 og 8.30.

01.05.2020

 

Ymisk kunning um korona

 

vegleiding fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum

https://corona.fo/news/315/vegleiding-fyri-stigvisa-og-varliga-upplating-av-skulum-og-fritidartilbodum

 

Stuttfilmur til børn soleiðis fara vit í skúla aftur

https://corona.fo/news/321/soleidis-fara-vit-aftur-i-skula?_l=fo

 

Skrubb

Góðu foreldur

Vit mugu tíanverri staðfesta, at tað er trupult at sleppa av við skrubb, tí skúlin hevur fingið fráboðan um ein nýggjan tilburð.

Kunning um skrubb

Orsøkin til at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb er, at ein hevur fingið eina skrubbmottu á húðina. Skrubb kemur ikki av vantandi reinføri - øll kunnu fáa skrubb. Skrubb kann fyribyrgjast og lættliga viðgerast.


Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Tað ganga 2-3 vikur frá tí, at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Ein kann smitta í hesum tíðarskeiði.
Tann, sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast tilber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast. 

Meira kunning fæst á hesi leinkjuni hjá Gigni

Sí eisini kunning frá danska heilsustýrinum.

Føstulávint

Filmur í Norðurlandahúsinum

 

Góðu foreldur

Mikumorgunin 11. desember kl. 9 fara vit í Norðurlandahúsið í biograf at hyggja at einum hugnaligum jólafilmi.

Næmingarnir skulu møta í NLH í seinasta lagi kl. 8.30, men til ber sjálvandi at koma fyrr, tí húsið er opið frá kl. 7.30.

Sum tit vita, eru ferðslu- og parkeringsviðurskiftini vánalig kring Norðurlandahúsið, og fyri at umganga ferðsluruðuleiki á Sundsvegnum og á Norðara Ringvegi, fara vit tí inniliga at heita á tykkum foreldur at vísa størsta varsemi, tolsemi og skynsemi, tá tit seta børnini av við NLH.

Gott hevði verið, um børnini komu í góðari tíð og ikki rundan um kl. 8, tá ið morgunferðslan er sera nógv. Til ber eisini at brúka bussleiðina.

Ein møguleiki er at samskipa bilaflutningin úr Hoyvík oman í NLH. Foreldur ella grannar kunnu t.d. avtala sínámillum at fylla ein bil heldur enn at fara við einum barni í hvørjum bili.

Tað ber ikki til at parkera uttan fyri NLH og fylgja barninum inn, men vit, lærarar, taka ímóti næmingunum og vísa teimum inn í NLH.

Flokkarnir hava sítt frámerkta økið inni í NLH til taskur, klæði o.t.

Filmurin endar uml. kl. 10.45, og vit fara aftur í skúla til vanliga undirvísing.

Ikki er loyvt at hava drykkjuvørur, góðgæti o.t. inn við í salin.

 

09.12.2019

Sangur til jólahaldið

Evnið til jólaleikin er jólamenn.


1. og 2. flokkur syngja saman sangin "Koyr okkurt í mína hosu" til jólahaldið.

Gott hevði verið, at børnink lærdu seg tekstin.

Tekstur og ljóðfíur eru á hesu leinkjuni:

http://sangtekstir.com/koyr-okkurt-i-mina-hosu/ 

Morgunmatur 11. oktober 2019

Vit skipa fyri morgunmati og framsýning fyri foreldrum og næmingum í 2. flokki.

Øll SKULU hava kopp, tallerk og knív við til egið brúk. Harumframt skal hetta takst við:

Blá:       skorið breyð ella bollar til 4 familjur

Grøn:    okkurt upp á breyð til 4 familjur

Gul:       2 pakkar djús, eina termokannu kaffi og eina te

Reyð:    skorið grønmeti ella frukt til 4 familjur

Tilburður av fárasjúku á skúlanum 2/10-19

Árliga útferðin

Fríggjadagin 21. juni 2019 fer skúlin árligu útferðina.

Um veðrið verður til vildar, ætla vit í ár, at okkara felags gongutúrur byrjar uppi við Hotel Føroyar. Vit ganga eftir rossagøtuni niðan á Vesturvarða, har útsýnið er frítt oman yvir býin og út á hav.

Frá Vesturvarða verður farið eftir fjallagøtuni niðan á Kleynsvarða, har vit hvíla okkum eina løtu. Haðanífrá halda vit leiðina fram eftir vegnum til drekkivatnsbrunnin í Villingadali, og ganga síðani heim í skúlan. 

Vit møta við kappríðingarbreytina í Marknagili í seinasta lagi kl. 8.30.

Fyri at avmarka ferðsluna og koyringina niðan á Oyggjarvegin, er ein møguleiki at samskipa bilaflutningin. Foreldur ella grannar kunnu t.d. avtala sínámillum at fylla ein bil heldur enn at fara við einum barni í hvørjum bili.

Hetta er ein lættur gongutúrur. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin sær hampiliga gott út, men havið heit og góð gonguklæðir, ein góðan matpakka og okkurt at drekka við á túrin.

Skúladagurin hjá teimum eldru næmingunum endar, tá vit koma aftur á Løgmannabreyt. Rokni við, at tað verður um middagsleitið. Næmingarnir í 1. og 2. fl. fara í frítíðarskúla.

19.06.2019

Túr út í Havnadal 18/6

Veðrið sær út til at blíva gott týsdagin, so vit fara ein túr út í Havnadal.

Vit møta sum vanligt í skúlanum og hava skúlataskuna við. Dagurin byrjar við lesiløtu og rokna eina løtu.

Vit fara við bussinum, sum fer av Løgmannbreyt kl. 8.44.

Minnist til at hava ein góðan matpakka við og okkurt at drekka.

Tykkara børn elska vatn, so tað er eitt gott hugskot, at tey hava skiftiklæðir og eitt lítið handklæði við. Alt má vera í einari tasku, sum barnið sjálvt megnar at bera.

16.06.2019

Rógva við teinæringinum Royður

Sum veðrið er nú, so fara vit at rógva við teinæringinum Royður í morgin, 12. juni 2019.

Tey skulu møta sum vanligt í skúlanum í morgin og hava skúlatasku við. Harumframt hava lítla tasku við til matpakka og vatndunk.

Vit vera seks vaksin við á túrinum. Uml helvtin av næmingunum fer at rógva í senn saman við trimum vaksnum. Bjargingarvestar hoyra til bátin, sum øll skulu brúka.

Latið børnini í eftir veðrinum.

GG!! Barnarútvarpið “Lova mær við” kemur við okkum. Um tað er onkur, sum ikki vil, at vertirnir tosa við tykkara barn, so vinaliga siga okkum frá.

Umhvørvisverkstova 8/5-2019

Góðu tit sum hava melda tykkum til umhvørvis verkstovurnar í Margarinfabrikkini

Byrja verður í Ostahúsinum, tað er tað lítla hvíta húsið við síðuna av Margarinfabrikkini. Har fara børnini at hyggja at einum sjónbandalagi og fáa í stuttum at hoyra um árinini av ovurnýtslu av klæðum. Síðani fara vit inn í Margarinfabrikkna, har vit í verki royna nýnýtslu.

Verkstovurnar sum Margarinfabrikkin skipar hava allar nýnýtslu, á enskum kent sum “upcykling” sum evni. Nýnýtsla er tá ið man tekur eitt ting ella klæði og gevur tí eitt nýtt “lív”. Tað vil siga, at um man t.d. ikki brúkar eitt klædnaplagg longur og ætlar at koyra tað burtur, kann man ístaðin klippa, seyma, prenta ella tekna eitthvørt á, sum ger at tað kann brúkast sum eitt nýtt plagg.

Tí fara vit at minna tykkum á, um at hava ymiskt við sum kann nýnýtast. Niðanfyri eru nøkur hugskot til hvat børnini kunnu hava við. Havið í huga at tey klædnapløgg sum tit hava við mugu kunna málast og ella klippast í. Um børni hava eitt klædnaplagg og ein prýðislut hvør, er tað nóg mikið.

·       T-shirt, blusu ella undirtroyggju

·       Keppar

·       Húgvur

·       Hár boylar

·       Hár spennir

·       Hár elastikk

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum 

Við umhvørvisheilsan

Starvsfólkini í Margarinfabrikkini

 

Foreldraviðtalur várið 2019

Vit fara at byrja foreldraviðtalurnar í viku 11, og væntandi hava øll foreldur verið til viðtalu áðrenn páskafrítíðini. Næmingarnir eru ikki við til viðtaluna.

Tit fáa eitt sms sendandi nakrar dagar, áðrenn tit skulu møta til viðtaluna. Tað verða avsettir 15 minuttir til hvørja viðtalu.

 

 

Lummalyktakvøld 5/2-2019

Evnisvika

Vit fara at arbeiða við evninum burðardygg orka í viku 41.

Í hesum sambandi hevði tað verið gott, um tit kunnu samlað lítlar pappeskjur, tómar og vaskaðar glaskrukkuar, mjólkapakkar og plastdunkar o.a, sum kann brúkast til at skapa eitt lítið samfelag eitt nú hús, fólk, djór og annað.

Sí mynd sum íblástur.