Teinæringurin Royður

Rógva við teinæringinum Royður

Komandi mikudagar og fram til summarfrítíðina er møguligt at fara at rógva við teinæringinum Royður. Tað ber til at hava einar 24 næmingar í bátinum í senn. Vit hava gjørt avtalu við roynt fólk at rógva við okkum. So eisini lærarar, sum ikki eru so kendir við bát kunnu vera við. Í kalendaranum niðanfyri sæst, nær báturin er tøkur. 

Bílegging verður gjørd við at senda teldupost til roydurroydur@gmail.com

(Til ber eisini at gera avtalu um at rógva aðrar dagar)

SVL-myndir frá 2018