Hey tit :)
Vit hava í dag fingið boð um fleiri næmingar í flokkinum, ið eru staðfestir positivir. Tískil verður mælt til, at allir næmingar, ið hava verið í skúla seinastu dagarnar, lata seg kanna skjótast møguligt - og aftur á 4. degi.
Toymið :)

Í næmingaráðnum í 5. flokki eru Hervør og Hávarður. Varaumboðini eru Julia og Gabriel.
Í dag hava allir næmingarnir fingið hvørt sín loynivin. Hetta er fyri at royna at skapa eitt jaligt huglag millum næmingarnar. Í fyrstu syftu hevur mann henda loynivinin vikuna út - altso bara í tríggjar dagar. Ætlanin er, at mann sigur ella ger okkurt gott fyri ella við loynivinin. Tað er als ikki lov at keypa gávur - hetta skal einki kosta! Vit vilja bara vísa á, hvussu herligt tað er, tá ið vit eru góð við hvønn annan :)
Tí hevði verið gott, um tit foreldur kundu hjálp børnunum við hugskotum, sum tey kunnu gera fyri loynivinin - skriva okkurt fitt á ein seðil, gera eina góða gerð ella okkurt annað.
Tey, ið ikki vóru í skúla í dag, fáa sín loynivin í morgin.
Foreldraumboðini í 5.fl. eru: Venussuda, Sólvá, Irdi, Birita