Flaggdagshald

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 24.04.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

25. apríl er almennur føroyskur flaggdagur. Tað var tann 25. apríl í 1940, at Merkið varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av bretska hersetingarvaldinum. Av tí at hesin dagur er frídagur í skúlanum, heiðraðu vit Merkinum til morgunløtuna í dag.

Vit byrjaðu við at syngja “Sjá, tú blánar" við gittarfylgispæli frá Birgit Thomsen. Lilja av Teigum í 8. flokki helt síðan eina frálíka og upplýsandi flaggdagsrøðu.