Altjóða bókadagur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 23.04.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Altjóða Bókadagur er í dag. ST-stovnurin Unesco hevur ásett dagin, og dagurin verður brúktur til at gera vart við bøkur og upphavsrættindi.

Bókadagurin verður hildin til minnis um navnframa spanska rithøvundan Miguel de Cervantes, sum doyði 23. apríl í 1616. Cervantes skrivaði skaldsøguna “Don Qixote”, ið verður mett at verða fyrsta modernaða skaldsøgan, og hetta hevur verið hátíðarhildið í mong ár.

Vit í Skúlanum við Løgmannabreyt hátíðarhalda eisini altjóða bókadagin. Allir næmingar skúlans hava fingið ein lepa, har teir hava skrivað hvørja bók, teimum dáma best.

Hesar ymisku bøkurnar eru nú at síggja á uppslagstalvuni í námsfrøðiliga deplinum.

Kanska onkur fær íblástur til at lesa eina nýggja bók?

Góðan bókadag – og góðan lesihug.