FELAGS FORELDRAFUNDUR HÓSDAGIN 18. APRÍL KL. 19

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 15.04.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

Hóskvøldið 18. apríl kl. 19 skipar skúlastýrið fyri felags foreldrafundi. 

Á fundinum fer Ásbjørn Berthelsen at hava fyrilestur við heitinum: Hvat havi eg gjørt...  rætt? 

Talan er um fyrilestur við løttum tóna, har ljós verður sett á tað, sum vit gera rætt, og málið er, at fólk fara glaðari avstað, enn tá tey komu.

Fyrilesturin er knýttur at árliga foreldrafundinum hjá skúlastýrinum, har m.a. ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum verður løgd fram.