9.fl. á námsferð í Íslandi

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 08.04.2024

Tíðindabólkar: Tíðindi

9.fl fór í dag avstað við Norrønu á námsferð í Íslandi. Komið verður til Seyðisfirðar týsmorgunin, og fyrst á skránni er ferð til Dimmuborgir, Námaskarð og Mývatn at uppliva íslendsku náttúruna og landslagið og at svimja í heitum undirgrundsvatni. Seinnapartin verður farið aftur til Seyðisfirðar og umborð á Norrønu. 

Mikumorgunin verður aftur farið í land, og koyrt verður til Vøk Baths, ið liggur tætt við Egilsstaðir. Á veg heim aftur seinnapartin verður steðgað á Egilsstøðum. 

Kl. 20.00 mikukvøldið leggur Norrøna frá landi á veg til Føroya og komið verður aftur á Havnina kl. 16.

Vit ynskja næmingum og lærarum eina góða námsferð í Íslandi