Útiskúli av Argjahamri oman í Rókina við Gulan

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 25.05.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í dag var aftur útiskúli hjá 3. flokki og hesa ferð áttu sólirnar tørn. Hóast komið var langt út í mai mánaða var fitt av vindi av vestri millum 15 og 20 ms. So vit valdu at leggja leiðina út á Argjahamar og ganga í lívd oman á Rókina, sum er við Gulan og aliringarnar. Á vegnum tóku vit mynd í bóli, sum nú er mitt í einum øki, har nýggj útstykking verður gjørd. Spennandi verður at síggja, um bólið verður varðveitt.

Í húsatoftini niðri á rókini kyndu vit bál og ótu matpakkan. Síðani høvdu næmingarnir møguleika at ganga runt í økinum og kunna seg um tað. Síðani arbeiddu vit við spurningum um plantur og vøkstur. Og so sjálvandi sansaløtuna, har vit "sløkkja" eygnasansin og nýta hinar 4 sansirnar at lurta, lukta, kenna og smakka náttúruna.

Á veg heim gingu vit fram við Prædikastólinum og so niðan í Argjaskot, sum argjafólk fjaldu seg í, tá ið sjórænarar herjaðu.

Vit tóku myndir av sóljum, summardáum og øðrum, sum vit sóu á gonguleiðini. Vit komu eisini fram á eitt æðureiður við tveimum eggum í.

Ein góður útiskúladagur í sól, vindi, ikki so kalt og so komu eisini nøkur stutt æl komu rekandi, men tey vóru skjót fram við.