Stórsta talvkapping í Føroyum

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 30.03.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt var týsdagin karmur um undankappingina fyri 5.-8. flokkar í suður-vestur økinum. Talan var um størstu talvkapping, sum hevur verið í Føroyum. Heili 240 næmingar sótu við borðini í senn, og við útskiftarum vóru nærum 300 luttakarar. Helgi Dam Ziska skipaði fyri kappingini.
Giljanes, sum vann kappingina fyrraárið, gjørdist greiður vinnari við 26 stigum. Hørð kapping var um næstu plássini. Løgmannabreyt og Kollafjørður lógu leingi væl fyri, men tá ið síðsti leikur var fluttur, fekk Eysturskúlin 2. plássið við 21,5 stigum og Skúlin á Fløtum 3. plássið við 20,5 stigum.


Endaliga støðan:
1. Giljanes 1 (26 stig)
2. Eysturskúlin 1 (21,5)
3. Skúlin á Fløtum (20,5)
4. Kollafjørður 3 (19,5)
5.-7. Skúlin á Fløtum 4 (19)
5.-7. Løgmannabreyt 7 (19)
5.-7. Giljanes 2 (19)
8. Argjahamar 6 (18,5)
9. Løgmannabreyt 8 (18)
10.-12. Løgmannabreyt 4 (17,5)
10.-12. Sankta Frans 6 (17,5)
10.-12. Giljanes 3 (17,5)
13.-14. Løgmannabreyt 1 (17)
13.-14. Hoyvík 2 (17)

Í alt vóru 40 lið