Løgmannabreyt væl umboðað í Pangea

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 29.03.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

Leygardagin 25. mars var Norðurlandahúsið karmur um finaluna í Pangea- støddfrøðikappingini 2023.

Endamálið við hesi kapping er at savna 3.-9. floks næmingar tvørtur um stað, samfelagsbólkar og útbúvingarstøði, bjóða teimum av, og fáa tey at ásanna, at rokning eisini kann vera stuttligt.

Aftur í ár var Skúlin við Løgmannabreyt væl umboðaður, og okkara næmingar skaraðu framúr i finaluumfarinum.

1157 næmingar úr skúlum og flokkum í øllum landinum byrjaðu í innleiðandi umfarinum, 71 næmingar komu í hálvfinaluna og 37 næmingar í sjálva finaluna.

Skúlin við Løgmannabreyt hevði 9 næmingar í finaluni og ikki bara tað, úrslitini vóru sera, sera góð. Vit vunnu 4 gull heiðursmerki av 7 møguligum, 2 silvur og 2 bronsu heiðursmerki.

Á myndini síggja vit Bjarna B. Enni og Andrew A. Olsen í 4. flokki, Anitu Næss og Mariu Bjarnadóttir í 6. flokki, Elias A. Apol, Lilju D. av Teigum og Andrias Mellemgaard í 7. flokki, Poul S. Eliasen í 8. flokki og Theodor Mellemgaard í 9. flokki.

Vit í skúlanum eru sera glað um at hava hesar dugnaligu næmingar og lærarar teirra í skúla okkara og ynskja teimum hjartaliga til lukku við frálíka úrslitinum.

Nakrar av myndunum eru frá Pangea