Útiskúli fram við Einingunum og Driftsnesi

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 25.01.2023

Tíðindabólkar: Tíðindi

2023 0125 Einingarnir, Driftsnes
Tað hevði regnað út í eitt í fleiri dagar, men veðurfrásøgnirnar søgdu, at tað fór at slíta í mikudagin. Men kl. 7 á morgni regnaði enn og í vertirnir í morgunsendingini hjá útvarpinum tosaðu um, hvussu troyttar tær vóru av regninum. Men um níggjutíðina sleit í, og tá ið vit fóru avstað um tíggjutíðina, skein sólin. Vit fóru vit 1'aranum oman til Vegin langa. Gingu oman móti rundkoyringini við Hvítanes, yvir um vegin og út í hagan eystanfyri vegin. Tá ið vit komu upp um hamarin, hvarv allur larmur frá bilum og vit vóru í friðsæla haganum. Vit gingu móti Kýrbergi fram við Einingunum og Driftsnesi og so oman í Kýrdal. Sólin skein oman og niðan og vermdi ikki sørt. Leiðin gekk út í móti Byrgistanga. Meðan vit gingu tóku vit plastpetti og annað órudd, sum vit sóu. Og úti á Hoyvíksnesi funnu vit eina veðurballón við sendara og øllum. Í sólskininum og lýðkuni ótu vit matpakkan og kyndu bál í fjøruni í Hoyvíkini. Meðan nakrir næmingar sótu og telgdu rundan um bálið fóru aðrir næmingarnir hyggja seg um og gera smærri granskingar. M.a. at finna ymist í fjøruni, so sum fliður og annað. At enda fóru vit til gongu aftur og á einum bera í Hoydølum kvóðu vit Flóvin Bænadiktsson. So var stutt niðan til bussin, sum førdi okkum niðan til Hoyvíkar skúla, haðani vit gingu niðan til skúlan í gjøgnum Dalin langa.