Uppboðssøla

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 11.11.2022

Tíðindabólkar: Tíðindi

Síðan 2013 hevur Skúlin við Løgmannabreyt skipað fyri jólasølukafé og soleiðis verður eisini í ár. Vit hava kallað okkara átak “Børn hjálpa børnum”.

Í ár fer ágóðin óskerdur til leikur, spøl og upplivingar til børn á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.

Hetta átakið hevur øll árini snúð seg um barnahendur, sum baka, skapa, evna og geva, har endamálið hevur verið at gleða onnur føroysk børn og rætta teimum, sum hava tað trupult, eina hjálpandi hond.

Í ár hava vit eisini eina uppboðssølu, sum endar fríggjadagin 18. novembur kl. 17.00. Hesin vakri málningurin frá Hilmar J. Højgaard er á uppboðssølu.

Málningurin er 100x60 cm til støddar.

 

Gev boð, trýst á leinkið

Í ár eru tað sum sagt børnini, ið eru í sjúkraørindum í Danmark, sum fáa ágóðan.

Minsta boð er kr. 1000,- og hvørt boð skal hækkað við minst kr. 200,-

Á facebook síðuni hjá skúlanum ber til at bjóða upp á málningin, antin við at skriva undir sjálvt uppslagið, ella eini privat boð á facebook til skúlan við Løgmannabreyt. Eisini ber til at senda sms til 280322