Jólini 2021

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 03.12.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi, Bókahillin

Góðu næmingar og foreldur


“Jólini nærkast í hvørjum....” og sum vant verða onkrar broytingar í tímatalvuni. Her er eitt stutt yvirlit yvir skúlagongdina í desember mánað og kunning um, nær og hvussu jólahaldið verður í ár.


Vika 49 "Børn hjálpa børnum” - Lutaseðlasøla


1. - 14. desember: Vanlig skúlagongd og morgunsangur verður í námsfrøðiliga deplinum hvønn dag kl. 9.15.

Mikudagin 15. desember: Vit venja og leggja síðstu hond á jólaframførsluna kl. 16.
Skúladagurin er frá kl. 8 til kl. 13.20, tó fer 1. flokkur í frítíðarskúla
sum vanligt kl. 11.20.

Jólaframførslan verður kl. 16 til kl. 17.15.

Vegna almennu tilmælini um sosiala samveru, verður
jólaframførslan í ár einans fyri foreldur at næmingum í 3. og 6.
flokki, men til ber hjá øllum at síggja framførsluna, tí vit stroyma
hana.

Hósdagin 16. desember: Allir næmingar møta í skúla kl. 8 og fáa frí kl. 12.
1. og 2. flokkur kunnu fara í frítíðarskúla sum vanligt kl. 11.20.
Frítíðartilboðið hjá 3. flokki letur upp kl. 12.00.

Fríggjadagin 17. desember: Skúladagurin byrjar kl. 8 og endar kl. 11.20.
1., 2. og 3. flokkur kunnu fara í frítíðarskúla og frítíðartilboð sum
vanligt kl. 11.20.

Mánadagin 20. desember: Skúladagurin byrjar kl. 8 og endar kl. 11.20.
Vit fara til jólaguðstænastu í Hoyvíkar kirkju.
1. - 4. flokkur kl. 9.00.
5. - 9. flokkur kl. 10.15.
1., 2. og 3. flokkur kunnu fara í frítíðarskúla og frítíðartilboð sum
vanligt kl. 11.20.

Týsdagin 21. desember: Skúladagurin byrjar kl. 8 og endar kl. 11.20.
Vit dansa jólatræ og hugna okkum. Kanska onkur jólamaður
verður at síggja.
1., 2. og 3. flokkur kunnu fara í frítíðarskúla og frítíðartilboð sum
vanligt kl. 11.20.
Næmingarnir í 7. - 9. flokki fáa støðumetini, áðrenn farið verður í
jólafrí.


Blíðastu jólaheilsanir
Skúlin við Løgmannabreyt