Nýggjur smittutilburður

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 10.09.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi.

Vit hava í dag fingið fráboðan um, at ein koronatilburður er staðfestur í 2. flokki.

Í samráð við landslæknan verður heitt á allar næmingar í 2. fl. um at lata seg kanna sum skjótast.

Fyri at minka um sannlíkindini fyri smittuspjaðing hevur landslæknin gjørt av, at næmingarnir í 2. fl. fara í sóttarhald í 10 dagar, t.v.s. koma aftur í skúla mánadagin 20. september.

Vegleiðingin, sum skúlin hevur fingið, sigur, at lærarar og næmingar skulu lata seg kanna aftur mánadagin 13. september (4. dagur), mikudagin 15. september (6. dagur) og sunnudagin 19. september.

Hvussu undirvísingin verður skipað, fáa tit at vita seinni.

Næmingar í 1. og 3. flokki skulu eisini lata seg kanna skjótast gjørligt, og eisini 4. dag (mánadag) og 6. dag (mikudagin).

Skúlaleiðslan vil við hesum inniliga heita á allar næmingar skúlans, øll foreldur og onnur avvarðandi at vera serliga varin komandi dagarnar.

Um næmingur hevur sjúkutekin ella ábending um sjúkutekin, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna alt fyri eitt.

Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109 ella senda ein teldupost til foe@stps.dk

Kærar heilsanir og alt tað besta.

Skúlin við Løgmannabreyt