Kunning um sóttarhald

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 05.09.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fyri at minka um sannlíkindini fyri smittuspjaðing hevur leiðsla skúlans í samráð við landslæknan gjørt av, at okkara næmingar í 8. og 9. fl. fara í sóttarhald í 10 dagar, til týsdagin 14. september.

Nærri kunning er at lesa á floksheimasíðunum.

Onnur kunning um sóttarhald finst á corona.fo.