Prógvhandan 2021

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 25.05.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Prógvhandanin hjá 9. flokki verður hósdagin 17. juni kl. 16.00.

Umframt, at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur.

Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin.

Eisini bjóðar skúlin ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið.

Broytingar kunnu koma fyri í sambandi við almennu koronutilmælini.