Skúlatalvkapping

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 11.05.2021

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fríggjadagin 7. mai vóru næmingar í 5. og 6. flokki í skúlanum á Giljanesi til talvkapping. Næmingarnir sótu hugagóðir og telvaðu ímóti øðrum næmingum í Føroyum.

Øll høvdu ein sera góðan dag, og eitt lið hjá okkum megnaði at enda sum nr. 2 og tí koma í finaluna í skúlatalvi, sum verður í Finsen um nakrar dagar.