Børn hjálpa børnum

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 20.11.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Innbjóðing til jólasølukafé í skúlanum við Løgmannabreyt fríggjadagin 27. novembur 2020 kl. 13.30-18.00

Góðu foreldur og avvarðandi

Næmingar og lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt hava í nøkur ár skipað fyri jólasølukafé, har ágóðin óskerdur er farin til góðgerandi endamál, og tað ætla vit at gera aftur í ár. Í ár fer peningurin frá tiltakinum, til leikur o.a. til børn og ung á barnadeildini á LSH.

Foreldur og avvarðandi hava stuðlað tiltakinum ótrúliga væl við at møta upp og vísa áhuga fyri tí, ið børnini hava at selja og vísa fram. Fyritøkur, einstaklingar, stovnar og tónleikarar hava somuleiðis dugna okkum stak væl.

Tað snýr seg um barnahendur, sum baka, skapa og geva
Tað snýr seg um at hjálpa og gleða onnur børn í Føroyum, sum hava tað trupult
Tað snýr seg um at rætta eina hjálpandi hond, har tørvur er á tí

Í ár verður tað tó eitt sindur øðrvísi, tí ynskja vit, at øll vitjandi koma inn gjøgnum høvuðsdyrnar frá Karlamagnusarbreyt. Hetta fyri, at øll ganga sama veg, og eingin gongur í móti "streyminum". Øll ganga fram við øllum, sum er at selja og enda við kantinuøkið, har jólakaféin er. Øll fara út frá kantinuøkinum. Reinføri er í hásæti og spritt stendur frammi.

Í jólakaféini ber til at keypa sær kaffi, te, leskidrykkir, vaflur og annað gott fyri lítið og lætt. Ynskiligt er, at øll hava hvør sín kaffikopp við, so vit eru við til at minka um plastikknýtsluna, og at vit hugsa um umhvørvið. Tó hava vit einnýtiskoppar, um tú tíverri gloymdi at taka kopp við.

Somuleiðis selja vit jólaprýði, jóladekoratiónir, bakstur, bomm og mangt annað. Hetta eru alt lutir, sum børnini hava gjørt.

Sum altíð, so verður eisini søla av lutaseðlum, har góðir vinningar eru at vinna. Men í ár verður lutaseðladrátturin eftir tiltakið, hetta fyri ikki at samla ov nógv fólk saman. Vinnaratølini koma út á heimasíðuna og facebook síðuna hjá skúlanum eftir tiltakið. Til ber at heinta vinningin vikuna eftir ella í desembur mánaða á skrivstovuni í skúlanum.

Gevið gætur: Minnist til at hava smápengar við tykkum ..... tað hevði lætt væl um :)