Fyrsta skúlavikan

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 17.08.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Týsdagin 18. august møta næmingar í 2. - 5. flokki kl. 10.

1. flokkur møtir kl. 13 saman við foreldrum. Næmingar og foreldur ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar við Karlamagnusarbreyt.

Vanliga skúlagongdin byrjar mikudagin 19. august, og tá verður møtt kl. 8 í skúlastovuni – og  høvuðsinngongdirnar skulu ikki nýtast, sí mynd.

(Nærri kunning um skúlagongdina hjá 6. - 9. flokki, sum byrjar mánadagin 24. august kemur seinni.)

Útiskúli
Av tí at smittuvandin er minni uttandura, verður mælt til at hava undirvísingina uttandura – í tann mun tað ber til. Heitt verður tí á foreldur at hava í huga, at næmingarnir eru ílatnir eftir veðrinum og hava skiftiklæði við.

Pennahús
Fyri at minka um vandan við smittuspjaðing skulu næmingarnir ikki læna skúlaamboð frá hvørjum øðrum. Hvør næmingur skal hava sín egna pennahúsa við, og í honum skal vera í minsta lagi: blýantur, viskileður, spískari, límstift, saksur, litblýantar/tusjir, linjuál og vinkulmátari.

Smittuverjandi atburður og fyribyrging
Umráðandi er at fylgja tilráðingunum um smittuverjandi atburð, sum fyrst og fremst merkir at halda frástøðu og vaska/spritta hendur og ikki minst, at venja seg at halda hendurnar frá andlitinum.