Prógvhandan

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 19.06.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Seinnapartin í gjár 18. juni fingu okkara næmingar í 9. flokki prógv síni.

Umframt at prógvini vórðu handað teim 48 næmingunum, var felagssangur. Jens Marni Hansen spældi og sang eisini tveir sangir og røður vórðu hildnar.

Sum vera man bjóðaði skúlin ein góðan drekkamunn og lagkøku.

Næmingarnir hava nú gingið í skúla á Løgmannabreyt í nýggju ár, og fara nú hvør sína leið. Vit, sum eftir eru, ynskja tykkum góða eydnu á lívsleið tykkara.

Takk fyri tykkara tíð í skúlanum.

Sum siður er, varð ein felagsmynd tikin.

Prógvhandanin kann síggjast her https://youtu.be/_DAUb2BXRgE