Nú fara øll aftur í skúla

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 14.05.2020

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mánadagin 18. mai fara allir flokkar aftur í skúla.
Á tiðindafundi í dag boðaði løgmaður frá, at støðan viðvíkjandi korona er so mikið batnað, at allir næmingar í fólkaskúlanum kunnu koma aftur í skúla. Og tað gleða vit okkum til.

Skúlagongdin
Skúlagongdin verður skipað eftir vanligu tímatalvuni. Fyri at sleppa undan, at ov nógvir næmingar eru í durinum samstundis, er møtitíðin frá kl. 7.30 til 8.15. Heitt verður á foreldur um ikki at koma inn í skúlan við næminginum.

Tá ið komið verður í skúla
Tá ið komið verður í skúla, skulu næmingarnir ikki nýta høvuðsinngongdirnar, men inngongdirnar til lonina, har flokkurin er, sí myndina í hesum skjali

Útiskúli
Av tí at tað framvegis verður mælt til í so stóran mun, sum gjørligt, at hava undirvísing uttandura, verður heitt á foreldur at hava í huga, at næmingarnir eru ílatnir eftir veðrinum og hava skiftiklæði við.

Pennahús
Fyri at minka um vandan við smittuspjaðing skulu næmingarnir ikki læna skúlaamboð frá hvørjum øðrum. Hvør næmingur skal hava sín egna pennahúsa við og í honum skal vera í minsta lagi: blýantur, viskileður, spískari, límstift, saksur, litblýantar/tusjir, linjuál og vinkulmátari.

Smittuverjandi atburður og fyribyrging
Skúlagongdin fylgir tilráðingunum um smittuverjandi atburð og fyribyrging.

Vinarliga leiðslan