Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 19.08.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í dag høvdu 34 næmingar sín fyrsta skúladag í Skúlanum við Løgmannabreyt. Stuttligt var at síggja fittu og spentu snýðini og ikki minni stuttligt at síggja, at foreldur teirra vóru minst líka so spent. Eftir at Høgni Joensen, skúlastjóri, hevði bjóðað vælkomin og rópt nøvnini á næmingunum upp, vóru myndir tiknar í trappuni. Síðani fóru næmingarnir í stovuna saman við lærarunum, meðan foreldur fingu eitt gott kaffiprát saman. Í morgin byrjar so veruliga skúlagongdin