Fyrstu næmingarnir lidnir við próvtøkuna

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 20.06.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í dag varð farið undir seinastu próvtøkurnar hjá 9. flokki. Fyrst at verða liðug, var Lea Tróndheim Johansen. Eftir at hon hevði fingið sítt próvtal í føroyskum, ið var gott, vant hon 100-ára gamla Merkið í húnar hátt, sum siður er her í skúlanum.

Í morgin 21. juni verða teir seinastu næmingarnir lidnir, og ynskja vit øllum góða eydnu tað, sum eftir er av próvtøkutíðini. 

Prógvhandanin verður mikudagin 26. juni kl. 16.00

Umframt at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur. Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin. Eisini bjóðar skúlin ein góðan drekkamunn.

Skúlin takkar næmingum og avvarðandi fyri gott samstarv, hesin flokkur hevur gingið á Løgmannabreyt, og ynskir øllum eina góða summarferiu og eitt gott summar