Árligi felags gongutúrurin

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 20.06.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fríggjadagin 21. juni 2019 fer skúlin árligu útferðina.

Okkara felags gongutúrur byrjar uppi við Hotel Føroyar. Vit ganga eftir rossagøtuni niðan á Vesturvarða, har útsýnið er frítt oman yvir býin og út á hav.

Frá Vesturvarða verður farið eftir fjallagøtuni niðan á Kleynsvarða, har vit hvíla okkum eina løtu. Haðanífrá halda vit leiðina fram eftir vegnum - har útsýnið er frálíkt oman yvir Havnina umframt eystur og suður í hav - til drekkivatnsbrunnin í Villingadali, og ganga síðani heim í skúlan. 

Vit møta við kappríðingarbreytina í Marknagili í seinasta lagi kl. 8.30.

Fyri at avmarka ferðsluna og koyringina niðan á Oyggjarvegin, er ein møguleiki at samskipa bilaflutningin. Foreldur ella grannar kunnu t.d. avtala sínámillum at fylla ein bil heldur enn at fara við einum barni í hvørjum bili.

Hetta er ein lættur gongutúrur. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin sær hampiliga gott út, men havið heit og góð gonguklæðir, ein góðan matpakka og okkurt at drekka við á túrin.

Skúladagurin hjá teimum eldru næmingunum endar, tá vit koma aftur á Løgmannabreyt. Rokni við, at tað verður um middagsleitið. Næmingarnir í 1. og 2. fl. fara í frítíðarskúla.