Prógvhandanin

Skrivað hevur: Bogi

Útgivið tann: 12.06.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Munnliga próvtøkan er byrjað. Fyrstu næmingarnir fóru upp í gjár.

Í gjár varð farið undir tær fyrstu munnligu próvtøkurnar hjá 9. flokki.

Í ár skulu næmingarnir upp í føroyskum, donskum, søgu og lívfrøði, og ynskja vit øllum okkara 45 næmingum góða eydnu.

 

Prógvhandanin verður mikudagin 26. juni kl. 16.00.

Umframt at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur.

Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin.

Eisini bjóðar skúlin ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið.