Várkonsert og framsýning

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 17.05.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Árliga várframsýningin og næmingakonsertin verður í skúlanum týsdagin 21. mai frá kl. 16 til kl. 20.

Nógv av tí, sum næmingarnir hava gjørt í handaverki og list í hesum skúlaárinum, verður víst fram á framsýningini.

Konsertin byrjar kl. 18. Tá fara næmingar at syngja og spæla í umleið ein tíma.

Vónandi síggja vit aftur í ár nógv foreldur og avvarðandi til framsýningina og konsertina.

Veri øll hjartaliga vælkomin!