Altjóða kvinnudagur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 08.03.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í dag vóru næmingar og lærarar í Skúlanum við Løgmannabreyt savnaði til eina hátíðarløtu í námsfrøðiliga deplinum.

Løtan byrjaði við felagssangi. Síðan bóru Ida og Elisa, sum ganga í 7. flokki, fram eina røðu. Tær greiddu frá upprunanum til Altjóða kvinnudagin og vístu á, hví tað hevur týdning at arbeiða fyri javnrættindum. Tiltakið endaði við felagssangi. Fylgispælið hevði Birgit Thomsen, lærari.