Næmingar í innskúlingini kvóðu í sangløtuni

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 17.01.2019

Tíðindabólkar: Tíðindi

Hvønn hósdag er sangløta í námsfrøðiligadeplinum, har næmingar í 1. - 4. flokki syngja saman. Vanliga verða vanligir føroyskir sangir sungnir. Serliga eru tað sangir hjá Hans Andreasi Djurhuus, ið eru afturvendandi.

Nú vit eru í dansitíðini, er eisini føroyskur dansur á skránni. Kvæði, sum arbeitt verður við, er Sigmundskvæði yngra, - sum eisini allur skúlin hevur fingið fyri at duga. Eisini verður trivið í sangir og vísur, so sum "Veturin kom við kulda og kava" og "Burtur á heiði". Harafturat kvøða vit stuttu vísuna "Hákun situr í timburskóg". Kvøðing er á skránni fram til føstulávintsmánadag, sum í ár er 4. mars.