Jólahugnaløta

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 13.12.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Jákup Veyhe og tey í Mórugøtu

Til jólahugnaløtuna í morgun høvdu vit forkunnuga vitjan. Eftir at Rókur og Silas høvdu tendrað ljósið í adventskransinum og Boas – allir í 3. fl. – hevði tikið eina tekning úr postsekkinum hjá jólamanninum, sungu vit vælkenda jólasangin “Gleðiligt jól”.

Síðani vandu vit, undir leiðslu av Birgit, felagssangin til stóra jólahaldið í næstu viku

Tá tær umleið 420 barnarøddirnar tagnaðu, trein kendi sjónleikarin og skemtarin Jákup Veyhe á pallin og fór at fortelja eina søgu um Katju, Kenneth og øll hini í Mórugøtu.

Jákup bleiv ikki liðugur við at fortelja, so hann kemur aftur í morgin, og tað gleða vit mega nógv til.