250 næmingar í 5. fl. til Vágs til Skúlafótbólt

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 13.11.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgin - mikudagin 14. november – verður triðja umfarið í skúlafótbólti í Marghøllini í Vági, og nú eru tað 5. fl., ið fara at kappast.

Til samans eru umleið 250 næmingar í 5. fl. tilmeldaðir, og er hetta útvið 40% av øllum næmingunum í 5. fl. í fólkaskúlanum.

Sjálvandi er Skúlin við Løgmannabreyt aftur við hesa ferðina. Vit hava tilmeldað 4 lið – 2 gentulið og 2 dreingjalið.

Til samans 35 lið úr 14 skúlum úr øllum landinum fara at kappast í dreingjaliðum, gentuliðum og blandaðum liðum.

Byrjað verður kl. 11.30 og hildið verður so áfram til umleið kl. 16.30, tá tað er greitt, hvørji lið í 5. fl. hava spælt seg til finaluumfarið, sum verður fyrst í mai 2019.

Umframt at spæla fótbólt, so fara næmingarnar eisini at svimja í Páls Høll og at royna klintriveggin í Marghøllini.

Koyr á SvL